Eitt framstig at loyvismálið verður tikið upp

­ Hóast seks nýggj skeinkiloyvi nú verða latin, og tey neyvan nøkta tørvin sum er, so havi eg virðing fyri landsstýrismanninum, at hann - í mun til fyrrverandi landsstýrismannin - tekur málið upp, sigur býráðsformaðurin

Býráðið er fyri at veita so nógv skeinkiloyvi,sum brúk er fyri. Hetta er ein vinna eins og aðrar, sum sjálv skal hava møguleika at skipa seg, heldur Leivur Hansen.

­ Tá tað er sagt, so haldi eg at tað er stórt framstig, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður, yvirhøvur hevur tikið málið upp, sigur Leivur Hansen.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin gekk ímóti tilmælinum hjá Vinnumálastýrinum, sum tá mælti til at lata fleiri skeingiloyvi.

Byráðsformaðurin er eisini nøgdur við, at landsstýrismaðurin gekk tilmælinum hjá býráðnum á møti, og ikki gjørdi eftir ynskinum hjá Rúsdrekkaog Narkotikaráðnum, um ikki at lata fleiri loyvi.

­ Tíverri eru seks - átta skeinkiloyvi, sum nú eru tøk, alt ov lítið. Eg veit um fleiri fyritøkur, sum bert bíða eftir at fáa skeinkiloyvi, áðrenn farið verður undir matstovu o.a. virksemi av sama slag í Havn, sigur Leivur Hansen.


Møguleiki at økja

um talið av loyvum

­ Eftir hvat skilst - eg havi ikki formliga fingið brævið frá landsstýrismanninum enn, so ber til at tosa um at økja talið av loyvum, so hvørt sum brúk er fyri tí. Tað eri eg nøgdur við, sigur Leivur Hansen.

Finnbogi Arge, landsstýrismaður, sigur við Sosialin, at Vinnumálastýrið hevur gjørt kanningar av tørvinum á keinkiloyvum. ­ Niðurstøðan var, at eini seks loyvi vóru hóskandi, umframt at tvey loyvi eru tøk, sum ikki verða brúkt í løtuni, sigur Finnbogi Arge.


Taka hædd fyri at vinnan kann bera seg

­ Tað hevur verið ført fram, at matstovuvinnan er frí vinna, og tí sjálv skal gera av, hvør tørvur er á hesum øki. Hví júst geva seks loyvir?

­ Gaman í, men grundarlag skal eisini verða fyri teimum, sum eru í vinnuni. Um tú letur ov nógv loyvi, er vandi fyri at tú tekur tað grundarlagið undan vinnuni.

­ Hetta skal vera eitt positivt íkast í vinnuna, men eisini er neyðugt at umhugsa, at ikki ov nógv útskeinkingarstøð verða, við tí avleiðing at vinnan ikki kann bera seg, sigur Finnbogi Arge.

­ Tordi tú ikki, tá samanum kom, ikki at lata Býráðnum tilmæltu 40 skeinkiloyvini?

­ Tað er ikki ein spurningur um at tora. Eg skuldi taka støðu út frá tveimum tilmælum, tað hjá býráðnum í Havn, sum ásetti 40 loyvi, og tað frá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum, sum mælti til ikki at hækka talið av skeinkiloyvum.

­ Eg valdi at lata seks loyvi aftrat, av tí at brúk er ikki fyri so nógvum loyvum, sum býráðið mælti til.

­ Vit hava mett eftir tørvinum í dag, og halda, at tað er skeivt at skunda undir størri virksemið av hesum slag.


Fólk duga væl at umsita nýggju lógina

­ Tað eru bert sjey ár síðan vit fingu fría rúsdrekkasølu, og fólk hava dugað væl at umsita nýggju lógina, men eg haldi ikki at tað er rætt at lata 40 loyvi, tá vit ikki hava brúk fyri tí, sigur Finnbogi Arge.

Hann heldur, at tað hevur gingið avbera væl at fáa fólk at verja seg við nýggju skipanina, so mikið væl, at nýtslan er minkað.

­ Júst tí hava vit mælt til at geva hesi loyvi aftrat, sigur Finnbogi Arge

­ Nú er tað bert Tórshavnar Kommuna, sum fær fleiri loyvir. Merkir tað,at tit eisini fara at lata fleiri skeinkiloyvir king landið?

­ Nei, vit fara ikki at økja um loyvini kring landið, um kommunur ikki søkja um tað, men bert síggja til, at tey loyvini sum eru tøk, verða brúkt, sigur Finnbogi Arge og leggur aftrat, at hann bert ásetur talið, men at tað frameftir er loyvisnevndin, sum ger av, hvørjar umsóknir um skeiniloyvi verða gingnar á møti.