frágreiðingini kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER . Seinna málið á skránni er uppskot frá Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum um at broyta vallógirnar soleiðis, at tað ikki verður so lætt at rokna út, hvussu fólk [...] Helgi Abrahamsen, at ein meginregla í løgtingslógunum um val til Løgtingið og val til føroyskar kommunur er, at valini skulu vera loyniligt. Millum annað verður sagt í lógunum, at atkvøðukassarnir skulu [...] fer fram. – Men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu
undir jól, og at nógvir kundar spyrja eftir dygdargóðum víni at seta á borðið aftur við jóladøgurðanum. - Vit leggja týðiliga til merkis, at kundarnir spyrja eftir góðum víni og eru sinnaðir at gjalda fyri [...] landið hava tey úr at gera í Rúsuni í hesum døgum. Nógv verður keypt, og fólk leggja seg serliga eftir at keypa gott reyðvín til jóla. Ronnie Davidsen, handilsleiðari í Rúsuni í Havn sigur, at tey selja nógv [...] leggur afturat, at føroyingar eru raskir at keypa nýggjar føroyskar vørur, sum koma í Rúsuna. Serliga verður nógv føroyskt akvavitt keypt, sigur hann. Handilsleiðarin í Rúsuni í Havn sigur, at enn ber ikki
hartaður fyri at spæla ov verjukent og ikki fáa nokk burturúr spælarunum, men Daniele De Rossi segði eftir dystin, at støðan ikki hevði nakað upp á seg. - Eg segði bara at dysturin var við enda, og at vit høvdu [...] í fótbólti hjá monnum. Italia skuldi vinna á Svøríki, fyri at hava nakran møguleika at koma víðari. Við støðuni 0-0, ætlaði italski venjarin at skifta miðvallaran Daniele De Rossi inn, men tað helt hann [...] høvdu brúk fyri at vinna. Tí skuldi hann heldur senda áleypararnar at hita upp. Tað helt eg var betra loysnin, men meiningin var ikki at stoyta nakran, segði Daniele De Rossi við italskar miðlar eftir dystin
staðfestir eisini, at hetta verður ikki seinastu ferð, at tey senda loyniferðafólk til Føroya at njósnast. Tey siga, at njósnaraferðin í summar vísir, hvussu væl tað ber til, púra ótarnað, at eygleiða og skjalfesta [...] Shepherd almannakunngerð nú, at tey hava havt 18 fólk á loyniferð í Føroyum í tilsamans 10 vikur í juli, august og september. Annars er tað ólógligt hjá felagsskapum sum Sea Shepherd, at virka í Føroyum, men [...] felagsskapurin sigur, at hesi fólkini komu til Føroyar sum vanlig ferðafólk, men veruligu ørindini hjá teimum vóru at njósnast fyri felagsskapin. Umboðini hjá Sea Shepherd, sum vóru í Bretlandi og úr Fraklandi
avgerðina hjá KAF at kortini rinda fulla løn fyri desembur mánað. - Siðvenja er, at avroknað verður aftaná, sigur Pedagogfelagið, sum heldur, at tað var einans eftir samfelagsligt trýst, at Kommunala Arbe [...] lýst. Hetta tulkar Pedagogfelagið sum at hon longu tá hevði avgjørt, at verkfallið skal vara til langt út í januar. Pedagogfelagið endurtekur kortini sítt ynski um at sleppa aftur til samráðingarborðið – [...] Arbeiðsgevarafelagið, við Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn á odda, at enda valdi at rinda pedagogunum løn allan desembur mánað. Fyrr í dag hevur Tórshavnar kommuna annars rinda pedagogunum 13/31 av lønini
tey ikki sluppu at vera heima. Hann sigur, at tað eru nógvir leysir endar at fáa greiði á, nú verkfallið er av, og at hetta er ein av spurningunum, sum verður kannaður. Hann sigur, at talan er um ein [...] ikki eiga at fáa leiguna endurrindaða fyri ta tíðina, tey ikki sluppu at vera heima. Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sigur í stuttari viðmerking, at tað er ikki greitt um tey fara at fáa leiguna [...] talan var um. Men eina ferð varð í hvussu so er upplýst, at 36 búfólk á stovnum undir Almannaverkinum høvdu verið noydd at flyta heiman í frá, og at fara í útlegd hjá familju og kenningum, sum Javni orðaði
frábiðja okkum at verða drigin inn í hesar samráðingar og átala, at hann ákærir okkara fakbólk fyri at seta lív í vanda. Undir samráðingunum við Fíggjarmálaráðið gjørdist tað okkum greitt, at samráðingartoymið [...] semju frá Fíggjarmálaráðnum. Fyri at tryggja eina loysn, áðrenn lív komu í vanda, valdu vit at trýsta Fíggjarmálaráðið til at skilja álvaran. Hetta varð gjørt við at fráboða arbeiðssteðg fyri allar sj [...] føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fyri at seta lív í vanda. Hetta er ein sera grov ákæra, ið ikki kann góðtakast. Tað er væl skiljandi, at Jan Mortensen er eitt sindur stúrin, tí at samráðingur við námsfrøðingarnar
Learing. At enda slapp forestin út á Svalan at njóta útsýnið. Og tað er tað til allar síðst, at steðgað varð við fótbóltsvøllin, har forskúlin júst hevði fríkorter. Guðni gjørdi ikki mætari, enn at sjálvur [...] gjørdi ikki mætari enn sjálvur at leypa út á vøllinum at standa í mál, tá hann beint áðrenn fráferð av skúlanum á Argjahamri gekk fram við fótbóltsvøllinum hjá skúlanum. Eftir at hava vitjað hjá Katrinu Ch [...] vísindamenn sleptu út í 2016. Guðni lovaði Tæori at taka fløskupostin við aftur til Íslands. Heimasíðan hjá skúlanum á Argjahamri, sah.fo, skrivar víðari, at fylgið síðani fór oman á Miðdeild, har næmingar
Smith. - Nakað annað er, at tráar mann eftir at koma í leiðslu á einum stovni, ið hevur so nógvar ymiskar fakbólkar sum Landssjúkrahúsið, talar tað ikki fyri góðum leiðsluførleikum at byrja sína ‘wannabe’ [...] ikki annað áttu sálarfrøðingarnir at vita betur. Vónandi duga teir tíggju fakbólkarnir at síggja, at handan yvirlýsingin ikki er til gagn fyri nakran, og var hon betur ógjørd, skrivar hann. Lesarabrævið hjá [...] tíggju fakbólkarinir, ið vilja vera leiðarar í stjórn og depilsleiðslunum, eru sannførdir um, at tey fara at tryggja betri útgreining og viðgerð av sjúklingunum – av órannsakandi orsøkum er sjúkrarøkt ikki
klokkan 19.30. – Sum liður í arbeiðinum at lýsa flóttafólkaevnið, hava vit bjóðað tveimum umboðum úr Íslandi at greiða frá, hvussu Ísland hevur átikið sær leiklutin at hjálpa kvotaflóttafólki seinastu nógvu [...] tíðindaskrivi. – Endamálið við kvøldinum er at skapa innlit í kvotaflóttafólkaskipanina hjá ST og at fáa eina mynd av, hvussu Ísland hevur samstarvað við ST um at hjálpa nøkrum útvaldum menniskjum í neyð [...] hon fer at greiða frá íslendsku skipanini við kvotaflóttafólkum, og hvussu myndugleikar og sivilsamfelag átaka sær hesa avbjóðing saman við m.a íslendska Reyða Krossi. Síðani fer Zahra Mesbah at greiða