Javnstøða og smá valdømi til viðgerðar

Á løgtingsfundinum í morgin klokkan 11 eru tvey mál á skránni. Tað fyrra er aðalorðaskifti um javnstøðupolitikk.

 

Eyðgunn Samuelsen hevur lagt fyri tingið frágreiðing sambært tingskipanini um javnstøðupolitikk. Tann frágreiðingini kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER.

 

Seinna málið á skránni er uppskot frá Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum um at broyta vallógirnar soleiðis, at  tað ikki verður so lætt at rokna út, hvussu fólk í smáum valdømum velja.

 

Í viðmerking til uppskotið sigur Helgi Abrahamsen, at ein meginregla í løgtingslógunum um val til Løgtingið og val til føroyskar kommunur er, at valini skulu vera loyniligt. Millum annað verður sagt í lógunum, at atkvøðukassarnir skulu vera læstir, meðan atkvøðugreiðslan fer fram.

 

– Men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring orsakað av hesum, sigur hann.

 

Í lógini um val til Løgtingið er ásett, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar – og tað eru bara tríggir veljarar fleiri, enn tað eru flokkar í Løgtinginum.

 

– Hetta er ein sera óheppin støða fyri demokratiið á smáplássunum. Tí verður skotið upp, at til løgtingsval og til kommunustýrisval, har fleiri enn 200 veljarar eru í kommununi, skal einki valstað við færri enn 200 veljarum teljast upp einsamalt, sigur hann.