Í fleiri vikur í summar hevur illa gitni umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd havt fólk á loyniligari njósnaraferð í Føroyum.
Sea Shepherd almannakunngerð nú, at tey hava havt 18 fólk á loyniferð í Føroyum í tilsamans 10 vikur í juli, august og september.
Annars er tað ólógligt hjá felagsskapum sum Sea Shepherd, at virka í Føroyum, men felagsskapurin sigur, at hesi fólkini komu til Føroyar sum vanlig ferðafólk, men veruligu ørindini hjá teimum vóru at njósnast fyri felagsskapin.
Umboðini hjá Sea Shepherd, sum vóru í Bretlandi og úr Fraklandi, hava hildið til í Havn, í Saltangará og í Klaksvík og haðani hava tey eygleitt, ikki bara grindadráp, men eisini nátaveiðina seint í summar.
Sea Shepherd sigur, at á Føroyaferðini hava tey skjalfest níggju grindadráp og springaradráp, har tey við myndum og filmum royna at avdúka brot á djóraverndarlógina í Føroyum.
Tey vóru eisini á Fiskimannadøgunum í Klaksvík, har tað varð víst fram, hvussu ein hvalur verður skorin upp og tey hava eisini prógvað, hvussu tvøst og spik er handilsvøra í Føroyum – eisini í handlum.
Sea Shepherd staðfestir eisini, at hetta verður ikki seinastu ferð, at tey senda loyniferðafólk til Føroya at njósnast. Tey siga, at njósnaraferðin í summar vísir, hvussu væl tað ber til, púra ótarnað, at eygleiða og skjalfesta grindadráp, bara tey látast at vera vanlig ferðafólk.