Fyri fyrstu ferð síðani 1958, er Italia ikki við til HM endaspælið í fótbólti hjá monnum. Italia skuldi vinna á Svøríki, fyri at hava nakran møguleika at koma víðari. Við støðuni 0-0, ætlaði italski venjarin at skifta miðvallaran Daniele De Rossi inn, men tað helt hann lítið um.
- Hví tramin skal eg hita upp? Vit hava ikki brúk fyri einum javnleiki, vit skulu vinna, sæst Daniele De Rossi siga við eitt av hjálparfólkunum hjá italska landsliðsvenjaranum og síðani peika á framherjan, Lorenzo Insigne.
Dysturin endaði 0-0. Harvið vinnur Svøríki samanlagt 1-0 og er víðari til HM endaspælið. Italski landsliðsvenjarin, 69 ára gamli Gian Piero Ventura, verður hartaður fyri at spæla ov verjukent og ikki fáa nokk burturúr spælarunum, men Daniele De Rossi segði eftir dystin, at støðan ikki hevði nakað upp á seg.
- Eg segði bara at dysturin var við enda, og at vit høvdu brúk fyri at vinna. Tí skuldi hann heldur senda áleypararnar at hita upp. Tað helt eg var betra loysnin, men meiningin var ikki at stoyta nakran, segði Daniele De Rossi við italskar miðlar eftir dystin.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1958, at Italia ikki er við til HM. Eftir dystin boðaði legendariski málverjin, Gianluigi Buffon, at hetta var hansara seinasti landsdystur. Italski málverjin er 39 ára gamal. Hann gevst eftir hetta kappingarárið.