Keypa dygdarvørur í Rúsuni til jóla

Eins og í nógvum øðrum handlum kring landið hava tey úr at gera í Rúsuni í hesum døgum. Nógv verður keypt, og fólk leggja seg serliga eftir at keypa gott reyðvín til jóla.

 

 

 

Ronnie Davidsen, handilsleiðari í Rúsuni í Havn sigur, at tey selja nógv mest reyðvín í døgunum upp undir jól, og at nógvir kundar spyrja eftir dygdargóðum víni at seta á borðið aftur við jóladøgurðanum.

 

 

 

- Vit leggja týðiliga til merkis, at kundarnir spyrja eftir góðum víni og eru sinnaðir at gjalda fyri tað, tá jól eru í hondum, sigur Ronnie Davidsen, handilsleiðari í Rúsuni í Havn.

 

 

 

Umframt at øgiiga nógv reyðvín verður keypt, so keypa kundarnir eisini nógv jólaøl. Harafturat selur Rúsan eisini meira heitvín og ymiskar likørar, tá jólini nærkast, enn gjørt verður aðrar árstíðir, sigur Ronnie Davidsen. 

 

 

 

Eisini selur Rúsan nógvar fløskur, sum verða latnar í jólagávu. Talan er serliga um góðar whiskyfløskur og gott vín. Tey, sum eisini keypa inn til annað jólakvøld, keypa mest øl og cider, sigur Ronnie Davidsen.

 

 

 

Ronnie Davidsen leggur afturat, at føroyingar eru raskir at keypa nýggjar føroyskar vørur, sum koma í Rúsuna. Serliga verður nógv føroyskt akvavitt keypt, sigur hann.

 

 

 

Handilsleiðarin í Rúsuni í Havn sigur, at enn ber ikki til at siga, um tað verður selt meira hesi jólini enn undanfarin jól. Teir báðir heilt stóru søludagarnir hjá Rúsuni eru í dag og í morgin.