Seinasti evropeiski dysturin hjá Gunnari Vatnhamar fyri Víking Reykjavík er leiktur.
Á útivølli tapti Víkingur Reykjavík eisini 1-3 fyri bosniska liðnum, Borac Banja Luka.
Víkingur, ið tapti 1-3 á heimavølli legði seg á odda við einum sjálvmáli í 17. minutti, og tá var samlaða støðan 3-2 til Borac Banja Luka.
Men heimaliðið svaraði aftur tríggjar ferðir í seinna hálvleiki, og vann samanlagt ein greiðan 6-2 sigur á Víkingi Reykjavík.
Aftur í kvøld hevði Víkingur líka nógvar royndir innanfyri málrammurnar, men bosniska liðið var aftur í kvøld neyvari enn íslendsku meistararnir.
Nú bíða tey í Vejle spent eftir at fáa Gunnar í hópin hjá sær.











