William Smith, smittuverjufrøðingur, heldur lítið um yvirlýsingina frá teimum 10 smærru fakbólkunum á Landssjúkrahúsunum, sum í fyrradagin boðaðu frá, at tey ynskja sær størri leiklut í leiðsluni í sjúkrahúsinum.
Hann kallar hetta eina lítisvirðing av sjúkrarøktarfrøðingunum og enn eitt vápn í stríðnum millum ljósmøðurnar og sjúkrarøktarfrøðingarnar á føðideildini.
William Smith vísir á, at tað eru læknarnir og sjúkrarøktarfrøðingarnir sum standa fyri skotum í yvirlýsingini, tí tað eru teir báðir fakbólkarnir, sum í løtuni mannað stýrið.
- Teir tíggju fakbólkarinir, ið vilja vera leiðarar í stjórn og depilsleiðslunum, eru sannførdir um, at tey fara at tryggja betri útgreining og viðgerð av sjúklingunum – av órannsakandi orsøkum er sjúkrarøkt ikki nevnd við einum orði, hóast tað er røkt, innlagdir sjúklingar hava størsta tørvin á, skrivar William Smith.
- Nakað annað er, at tráar mann eftir at koma í leiðslu á einum stovni, ið hevur so nógvar ymiskar fakbólkar sum Landssjúkrahúsið, talar tað ikki fyri góðum leiðsluførleikum at byrja sína ‘wannabe’ yrkisleið við at fara í fjølmiðlaranar við einari lítisvirðing av teimum fakbólkunum, ein hevur illvilja til. Tað fer í hvusssu so er ikki at stimbrað trivnaðin á Landssjúkrahúsinum framyvir. Um ikki annað áttu sálarfrøðingarnir at vita betur. Vónandi duga teir tíggju fakbólkarnir at síggja, at handan yvirlýsingin ikki er til gagn fyri nakran, og var hon betur ógjørd, skrivar hann.










