ynskja nýggju og gomlu eigararnir at tryggja framtíðarvirksemið á Dimmalætting. - Tað er við sorgblídni, at vit lata familjufyritøkuna av hondum. Tað týdningarmesta er tó, at virksemið á Føroya elsta blað [...] felagið. Løkir hevur tó ikki ætlanir um at reka journalistiskt virksemi, og ætlanin er tí at selja blaðið burtur úr samtakinum. Løkir vil í hesum sambandi tryggja, at redaktiónin á Dimmalætting eisini í [...] og álítandi miðil. Ein fyritreyt fyri hesum er, at raksturin av blaðnum er burðardyggur. Farna árið hevur miðvíst verið arbeitt við at fáa raksturin at bera seg, og hetta arbeiði heldur fram undir nýggju
Óðalsfelagið fara ikki at góðtaka uppskotið og vóna feløgini bæði, at uppskotsstillarnar velja at taka uppskotið aftur skjótast gjørligt. Feløgini fara at gera tað tey eru ment, fyri at vísa á skeivleikarnar [...] til, at tey sum eiga rættin til jørðina, ikki einans skulu missa henda rættin, men skulu eisini rinda fyri at missa henda rættin. Við eini ognartøku, er tað tann sum ognartekur, sum hevur skyldu at rinda [...] Feløgini bæði harmast um, at politiski ágangurin ímóti teimum, sum reka landbúnað í Føroyum gert alsamt harðari. Tað er hugstoytt at lesa síðsta uppskotið frá nøkrum óvitandi løgtingslimum, har tað tykist
til at hjálpa og stuðla og til at geva eitt íkast til minka um árinini av sjúkuni og í síðsta enda at koma sjúkuni til lívs. Tiltakið røkk harvið sínum endamálum – bæði at seta fokus á sjúkuna og at savna [...] felagnum, at tað nú eru skaptir enn betri og rúmari karmar, soleiðis at fólk við sjúkuni og teirra avvarandi framhaldandi kunnu fáa hjálp og stuðul. Vit kunnu bert vóna, at innsavnaði peningurin fer at koma [...] savna inn pening til m.a. at basa henni. Fleiri av okkara bestu tónleikarum gjørdu sítt til at seta fokus á krabbamein og vóru harvið eisini ein týðandi drívmegi til, at so mong fólk, virki og fyritøkur
Nú Brima Koroma eftir øllum at døma ikki heldur fram í B36, hevur Sigfríður Clementsen ongan veruligan framherja at ráða yvir. Hann sigur, at ætlanin er ikki beinleiðis, at Hjalgrím Elttør skal røkja hesa [...] høvuðsvenjara eru greið tekin um, at liðið nú aftur skal mynda oddan í føroyskum fótbólti. - Vit hugsa fyrst og fremst um at vinna okkum altjóða luttøku. Avbjóðingin verður at spæla nýggju menninar saman sum [...] klaksvíkingur skal í øllum førum skjóta mál. - Nú fáa vit at síggja. Hann plagar at skjóta millum 10 og 12 mál hvørt kappingarár, og tað vænta vit eisini, at hann ger í B36. Um tað so verður sum vongur ella framherji
Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann roknar við, at tað fara at ganga einir tveir mánaðir frá tí at eykajáttanin er samtykt, til skipini eru klár at seta inn á Nólsoyarleiðina og á Fugloyar- og Svíno [...] so eg vænti, at tann spurningurin verður loystur í samráðingum millum Tórshavnar Havn og Strandferðsluna, sigur Jóhan Dahl. Hvussu leingi tað er at seta eina ferjulegu upp ber illa til at siga, men sum [...] takast niður og setast jupp aftur í Nólsoy. Og tað verður neyðugt at fáa ferjulegu í Nólsoy, tí tað er langt frá haldbært at leggja reyvina at bryggjuni sum er. Tað gongur bara í bestu líkindum. Nýtt skip
merkir sum kunnugt ikki, at semja er sum hetta uppskot. Heildarmyndin er sostatt, at landsstýrið hevur lagt fram eitt fíggjarlógaruppskot, sum semja ikki er um. Hetta merkir so aftur, at fíggjarlógin fyri 2010 [...] i í fíggjarlógartilgongdini. Tað, sum vit uppliva nú er, at landsstýrið so at siga hevur sítt egna fíggjarlógaruppskot, meðan alt bendir á, at partar av løgtinginum longu í forhond hava sítt egna uppskot [...] . Hinvegin er tað nærliggjandi at spyrja, hvat hesar ósemjur siga um landsstýrissamgonguna og hennara førleikar at loysa fíggjarligu og búskaparligu trupulleikarnar. At ein meirilutasamgonga ikki ger eitt
øll á bóli, ikki við at broyta rentuna, men við at kunngera, at bankin fer at víðka keypiætlanina av virðisbrøvum við 50 milliardum pundum til íalt 175 milliardir pund. Hetta gjørdi, at renturnar á bretskum [...] fyrstu ferð, at arbeiðsloysið í USA lækkar síðani apríl 2008. Men hóast arbeiðsloysið lækkaði í juli verður væntað, at arbeiðsloysið framhaldandi fer at vaksa. Kunngjørdu tølini viðførdu, at partabrøvini [...] tað merkir, at talan enn er um afturgongd í USA. Væntað verður tó, at vísitalið fyri framleiðslugeiran fer at kvinka upp um 50 einaferð seinni í summar, og tað verður tá eitt tekin um, at búrkapurin vendir
huga, at hesin spurningur heldur ikki hoyrir heima í ólavsøkupakkanum, men at spurningurin eigur at verða loystur í sambandi við loysnina av eini framtíðar pensjónskipan. Nógv hava fingið ta fatan, at pe [...] og við arbeiðslív at gera. Ein komandi nýggj pensjónskipan eigur tí at fevna um valmøguleikar: tann, sum ynskir at sleppa frá við seksti, seksti fimm ella seksti sjey ára aldur, eigur at kunna fáa hetta [...] mátt at halda fram á arbeiðsmarknaðinum longur upp í árini eigur at hava henda møguleika uttan at verða revsaður fíggjarliga. Soleiðis verður gjørt í nógvum vælferðarsamfeløgum, og eiga vit tí at umhugsa
mong, sum eru ímóti at knokkroyta fyritíðarpensjonistarnar. Allir royna sostatt at fráskriva sær faðirskap at barninum, sum Rósa sigur seg einki eiga í! Men uppskotið er altso komið frá landsstýrinum, tað [...] stóran dent á, at mótrokningin í pensjónini hjá fyritíðarpensjonistum var “uppskotið frá landsstýriskvinnuni í almannamálum”. Men Rósa Samuelsen hevur hinvegin fleiri ferðir alment sagt, at hon hevur verið [...] verið noydd at góðtaka uppskotið, og svølgja henda herska bitan, tí hann er partur av politiskari avtalu. Samstundis fer løgmaður út og sigur, at Rósa sjálv má finna uppá okkurt annað, nú tað eru so mong
eftir at kriminalpolitiið í gjár sendi út tíðindaskriv har boðað verður frá, at dna, ið stavar frá horvna Dánjal Petur Hansen er staðfest í Norðoyatunlinum. Hetta er fyrsta ítøkiliga prógvið fyri, at Piddi [...] Piddi er myrdur, sum almenningurin fær at vita um. Kriminalpolitiið hevur fingið atfinningar fyri, at halda rimmarfast um prógvini í málinum, men tá tað nú er staðfest, at líkið av Pidda hevur verið goymt í [...] um er nýttur at burturbeina Pidda við. Myndir av líknandi bili hava verið sýndar í fjølmiðlunum, men tað undrar mong, at politiið ikki vil upplýsa nummarplátuna á bilinum. Tí mong meta, at hetta kundi beint