Pensjónsaldur og valmøguleikar

Oddagrein:

Pensjónsaldurin er av álvara komin á politisku dagskránna, nú spurningurin um mótrokningar í fyritíðarpensjón og fólkapensón er tvinnaðaur saman við ólavsøkupakkan. Henda samanblanding er óheppin og hevur gruggað allan pensjónsspurningin, eitt nú tí pilkað verður við aktuellu skattingareglurnar hjá fólka- og fyritíðarpensjonistum og reglurnar um mótrokning av øðrum inntøkum skulu skerpast. Tað er bæði skeivt og óklókt at koma við slíkum broytingum, áðrenn embætismannauppskotið um okkara framtíðarpensjónskipan hevur fingið neyðturviliga politiska viðgerð. Vit kundu lagt afturat, at henda politiska viðgerð sjálvsagt eisini fevnir um viðgerð hjá viðkomandi yrkisfeløgum og áhugafelagskapum.

 

Sum sagt hevur ABC2 tvinnað framtíðar pensjónsspurningin uppí ólavsøkupakkan. Tað er ikki ov nógv sagt, at henda samantvinnan hevur órógvað alt málið um framtíðar pensjónskipanina og henda samantvinnan eigur at halda uppat t.d. við, at spurningurin um mótrokningarnar verður tikin úr ólavsøkupakkanum og loystur har hesin spurnigur hoyrir heima nevniliga í málinum um framtíðar pensjónsskipan føroyinga.

 

Í øllum rokinum um ólavsøkupakkan er spurningurin um pensjónsaldurin so eisini vorðin eitt heitt evni, og eitt politiskt orðaskifti hevur tikið seg upp í fjølmiðlunum. Hetta kann bert vera gott og gagnligt fyri málið, soleingi tjakararnir hava í huga, at hesin spurningur heldur ikki hoyrir heima í ólavsøkupakkanum, men at spurningurin eigur at verða loystur í sambandi við loysnina av eini framtíðar pensjónskipan.

 

Nógv hava fingið ta fatan, at pensjónsaldurin her og nú skal flytast til 71 ár. Hetta stendst sum vit longu hava víst á av tí vanlukku samanblanding av einum embætismannauppskoti um okkara framtíðar pensjónskipan og ólavsøkupkakkanum. Av hesum stendst harður dráttur og Samtak, sum tykist vera einasti verji teirra lágløntu og sum íðuliga talar søk teirra, ið onga aðra pensjón hava enn fólkapensjón, er hart ímóti at hækka pensjónsaldurin. Hinvegin hevur fráfarni heilsumálaráðharrin, Hans Pauli Strøm, ið eisini hevur royndur sum landsstýrismaður í almannamálum, mælt til eina skipan við valmøguleikum.

 

Hetta er eins skilagott og tað er sjálvsagt. Nógv eru útslitin longu um seksti ára aldur, meðan onnur eru við sítt fríska lív heilt upp í sjeyti- og áttatiárini. Hetta hevur nakað við heilsu og við arbeiðslív at gera. Ein komandi nýggj pensjónskipan eigur tí at fevna um valmøguleikar: tann, sum ynskir at sleppa frá við seksti, seksti fimm ella seksti sjey ára aldur, eigur at kunna fáa hetta ynskið eftirlíkað. Tann, ið hevur hug, megi og mátt at halda fram á arbeiðsmarknaðinum longur upp í árini eigur at hava henda møguleika uttan at verða revsaður fíggjarliga. Soleiðis verður gjørt í nógvum vælferðarsamfeløgum, og eiga vit tí at umhugsa eina skipan framtíðar pensjónskipan við valmøguleikum við atliti at fráfaringaraldri.