Umrøðan av sonevnda Pidda-málinum hevur tikið seg upp aftur, eftir at kriminalpolitiið í gjár sendi út tíðindaskriv har boðað verður frá, at dna, ið stavar frá horvna Dánjal Petur Hansen er staðfest í Norðoyatunlinum.
Hetta er fyrsta ítøkiliga prógvið fyri, at Piddi er myrdur, sum almenningurin fær at vita um.
Kriminalpolitiið hevur fingið atfinningar fyri, at halda rimmarfast um prógvini í málinum, men tá tað nú er staðfest, at líkið av Pidda hevur verið goymt í Norðoyatunlinum í eitt tíðarbil, hevur politiið valt at varpa ljós á hetta. Og tað verður sjálvandi gjørt fyri at almenningurin kann boða kriminalpolitinum frá, um tey hava sæð Skoda Fabia bilin í Norðoyatunlinum ella har nærhendis í døgunum eftir drápið.
Og kriminalpolitiið arbeiðir framvegis út frá teirri teori, at Piddi er dripin fríggjamorgunin 4. november, hóast í minsta lagi fimm fólk svørja upp á, at tey hava sæð Pidda leygardagin 5. november seint seinnapartin.
Hóast kriminalpolitiið nú hevur sent út tíðindaskriv um dna av Pidda í Norðoyatunlinum, so vil kriminalovastin, Bergleif Brimvík, einki siga um aðrar dna-royndir ella aðrar tekniskar kanningar yvirhøvur.
- Sum eg havi sagt tað áður, so er hetta eitt mál fyri afturlætnum hurðum, sigur Bergleif Brimvík.
Eingin nummarpláta
Ein ógvuliga sentralur partur í kanningararbeiðinum, er nógv umrøddi silvurgrái Skoda Fabia Hatchback bilurin, sum politiið er sannført um er nýttur at burturbeina Pidda við.
Myndir av líknandi bili hava verið sýndar í fjølmiðlunum, men tað undrar mong, at politiið ikki vil upplýsa nummarplátuna á bilinum. Tí mong meta, at hetta kundi beint til viks ivamál um, hvørt tað er ein viðkomandi bilur, fólk hava sæð, ella ein, sum bert spillir tíðina hjá politinum.
Tað tykist staðfest, at baksetrið er tikið úr Skoda Fabia bilinum, og tað tykist líka staðfest, at dna er útdrigið av baksetrinum. Meira ivasom er søgan um ein kodda, sum skal vera funnin í samband drápsmálið.
Sjálvandi skal politiið ikki almannakunngera hvønn smálut í málinum, tí tað kann sjálvandi skaða kanningararbeiðið. Men spurningurin er hinvegin eisini, um ein so total tøgn gagnar arbeiðinum heldur.
At politiið í gjár læt eitt lítið sindur upp fyri posabandinum má tulkast tann vegin, at skuldsetti maðurin skal í Føroya Rætt í dag, har politiið fer at krevja varðhaldsfongslingina longda. Avdúkingin av dna frá Pidda í Norðoyatunlinum vigar tungt í so máta.
Og so kann bert endurtakast áheitanin frá politinum á fólk, sum kunnu hava sæð slvurgráa Skoda Fabia bilin í ella nærhendis Norðoyatunlinum í tíðarskeiðinum 4. til 11. november, um at boða politinum frá.










