Íløgufelagið Løkir - Føroya Banki, P/F Krúnborg, P/F Tjaldur og Lækir Capital ehf. úr Íslandi - hevur í dag gjørt avtalu um yvirtøku av Dimmalætting samtakinum. Tó ætlar Løkir ikki at reka journalistiskt virksemi, og ætlar at selja sjálva blaðið Dimmalætting burturúr samtakinum, tá raksturin er komin í trygga legu.
Samtakið hevur siglt í tungum sjógvi seinastu árini, og við avtaluni ynskja nýggju og gomlu eigararnir at tryggja framtíðarvirksemið á Dimmalætting.
- Tað er við sorgblídni, at vit lata familjufyritøkuna av hondum. Tað týdningarmesta er tó, at virksemið á Føroya elsta blað er tryggjað, og eg eri fegin um, at starvsfólkini kunnu halda fram, sigur Lisbeth L. Petersen, sum er størsti partaeigari í samtakinum.
P/F Dimmalætting er landsins elsta partafelag og hevur givið blaðið Dimmalætting út síðan 1878. Umframt blaðvirksemi fevnir samtakið eisini um virkisskránna Vinnuvitan.biz, Skipalistan og ferðaskrivstovuna Vikutur.
P/F Dimmalætting eigur somuleiðis meirilutan í Prentmiðstøðini, sum rekur blaðprentsmiðju og blaðútberingarvirksemi. Harumframt eigur P/F Dimmalætting helvtina í Føroya Prent, sum er størsta bókaprentsmiðja í landinum.
- Dimmalætting er ein týdningarmikil partur av føroysku fjølmiðlamyndini, og Løkir metir avtaluna um yvirtøku av Dimmalætting samtakinum vera eina góða íløgu fyri felagið. Løkir hevur tó ikki ætlanir um at reka journalistiskt virksemi, og ætlanin er tí at selja blaðið burtur úr samtakinum.
Løkir vil í hesum sambandi tryggja, at redaktiónin á Dimmalætting eisini í framtíðini verður rikin sum ein óheftur og álítandi miðil. Ein fyritreyt fyri hesum er, at raksturin av blaðnum er burðardyggur. Farna árið hevur miðvíst verið arbeitt við at fáa raksturin at bera seg, og hetta arbeiði heldur fram undir nýggju eigarunum, sigur Løkir í tíðindaskrivi.
Tá raksturin er komin í eina trygga legu, og tá ognarviðurskiftini eru skipað á ein hátt, sum tryggjar Dimmalætting sum óheftan miðil, fer Løkir at selja blaðið.
- Løkir sær stórar møguleikar í Dimmalætting samtakinum. Tí fegnast vit um henda møguleikan, sigur Líggjas í Bø, stjóri í Løkir.
Íløgufelagið hevur frammanundan gjørt íløgur í samskiftisvinnuna, og henda íløgan er í samsvari við hesar. Tað er millum annað gjøgnum hetta virksemi, at Løkir hevur fingið innlit í, hvussu stóran týdning tað hevur, at prentvirksemið hjá Dimmalætting samtakinum verður verandi í Føroyum, sigur Líggjas í Bø.
- Vit eru sera fegin um at fáa ein nýggjan eigara, sum sær stóru møguleikarnar í Dimmalætting samtakinum, og at nýggi eigarin tryggjar ein óheftan og álítandi tíðindaflutning og ynskir at vera við til at menna føroyskt prentvirksemi, sigur Árni Gregersen, forstjóri í P/F Dimmalætting.