Samgongan hevur loksins fingið fíggjarlógaruppskotið fyri Løgtingið, men hetta merkir sum kunnugt ikki, at semja er sum hetta uppskot. Heildarmyndin er sostatt, at landsstýrið hevur lagt fram eitt fíggjarlógaruppskot, sum semja ikki er um. Hetta merkir so aftur, at fíggjarlógin fyri 2010 skal gerast liðug í Løgtinginum ella rættari í Fíggjarnevndini.
Hetta at fíggjarlógaruppskotið fer fyri løgtingið á hendan hátt er sjálvsagt fult lógligt, men tað er samstundis enn eitt dømi um vánaliga áralagið í samgonguni. Har minnilutastjórnir eru, er tað heilt vanligt, at stjórnin útvegar sær parlamentariskan meiriluta til ymsar partar av fíggjarlógini frá fleiri ymiskum flokkum í viðkomandi lóggávutingi. Hetta hevur leingi verið meginreglan í eitt nú Danmark. Hetta er á mangan hátt ein góð skipan, tí hon tryggjar breiðan stuðul til fíggjarlógina og hon gevur eisini vissu fyri einum ávísum stabiliteti í fíggjarlógartilgongdini.
Tað, sum vit uppliva nú er, at landsstýrið so at siga hevur sítt egna fíggjarlógaruppskot, meðan alt bendir á, at partar av løgtinginum longu í forhond hava sítt egna uppskot. Vit hugsa her um tunnilsósemjurnar, har ein partur av samgonguni við hava tunnilstimeout og ein annar vil halda fast um upprunaliga tunnilsætlaninar. Vit hava áður umrøtt júst hendan partin av ósemjuni og skulu ikki fara aftur í smálutir við spurninginum um time out fyri tunnilsætlaninar.
Hinvegin er tað nærliggjandi at spyrja, hvat hesar ósemjur siga um landsstýrissamgonguna og hennara førleikar at loysa fíggjarligu og búskaparligu trupulleikarnar. At ein meirilutasamgonga ikki ger eitt fíggjarlógaruppskot liðugt er sum heild eitt vánaligt signal. Hetta er enn eitt av mongum dømum um, at henda ABC samgongan hevur trupult við at røkja sína meginuppgávu, sum er at stýra landinum og leggja fram ein politikk, sum kann bøta um avleiðingarnar av altjóða fíggjarkreppuni. Tað er í lagi at hava eitt hall av tí stødd, sum liggur í fíggjarlógaruppskotinum. Men øll vita, at vit kunnu ikki endurtaka hesa siðvenju í fleiri fylgjandi fíggjarár. Landsstýrissamgongan má í seinasta lagi, áðrenn fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 verður lagt fram, hava uppskot til ein politikk, sum kann leiða til javnvág á almenna búskettinum. Hetta merkir, at antin mugu nýggjar inntøkur finnast ella útreiðslur minkast ella má finnast ein samanseting, ein kombinatión av báðum hesum. Hartil má samgongan koma við einum búskapar- og vinnupolitikki, sum kann fáa gongd á aftur og steðga vøkstrinum í arbeiðsloysinum. Hetta er ikki lætt, hetta krevur m.a. ein nýggjan fiskivinnupolititikk og hetta krevur, at flokkar skulu hugsa ein heilt nýggjan skattapolitikk. Yvirlivir samgongan hesa fíggjarlógina, so má hon fara til verka at finna loysnir og breiðar semjur, tí loysnirnar verða politiskt tungar og fíggjarliga dýrar. Nú má røkka ella støkka.









