fantastiskt at vera á pallinum. - Tað var als ikki so torført, sum eg hevði óttast fyri. Eg haldi, at tað gekk væl, og eg vildi ikki, at tað skuldi fáa ein enda. Fólk søgdu eisini við meg aftaná, at tað riggaði [...] sambandi kunnu vit nevna, at hon varð samanborin við Brasilsku supermodellina Gisele Bündchen. - Eg hevði als ikki væntað hetta, tí eg helt ikki, at eg hevði tað, sum skuldi til, fyri at sleppa so langt í kappingini [...] hon sjálvandi sera spent uppá. Gamal dreymur At sleppa at uppliva mótaheimin er ikki ein so fjarður tanki hjá Miriam Haraldsen. - Eg havi altíð droymt um at gerast model og havi hugt nógv eftir sendingum
gott vera, at teir fara at halda tørn um ta plaseringina. Møguleiki er framvegis fyri, at toftamenn seinnapartin leygardagin fara at vinna bronsukrónurnar, og tað er eisini møguleiki fyri, at teir kunnu [...] valdast, hvussu tað fer at hilnast, tá ið B68 fer at vitja B36, sum í gjár fekk endurnýggjað atgongumerkið til bestu deildina, og hvussu tað fer at hilnast hjá Víkingi og NSÍ, sum fara at spæla ávikavíst á Argjum [...] øllum umstøðum fer endastøðan í ár at bera við sær, at B68 næsta ár fer at spæla eina ferð meiri á heimavølli, enn talan hevur verið um í ár. Fjórða plássið ber rættin at spæla Intertoto Cup fótbólt næsta
Nevnast kann, at tey sum fáa sína egnu eftirløn, gjalda væl meira í skatti enn tey fáa úr landskassanum. Um eini 10-15 ár verður tað soleiðis, at flestu eftirløntu gjalda so mikið í skatti, at tey sjálvi [...] soleiðis, at fólk ikki fáa útgoldið alla eftirlønina í einum. Ein onnur inntøka hjá landskassanum er hon, at fleiri pengar fólk hava um hendi, fleiri inntøkur fær landskassin. Onkur hevur havt uppskot at styrkja [...] mun í tóma landskassan. Tað var rætt at einskilja tann fyrsta triðingin, men ein eigur ikki at einskilja meir av bankanum (posamatur er ofta ódrúgvur). Meti ikki at hann verður rikin betri, um hann allur
spyr Skála í kæruni, hvør hevur ábyrgdina av, at spælarar halda fram við at spæla, hóast teir eiga at hava karantenu. – Vit halda, at tað má vera TB, ið eigur at fylgja við sínum egnu kortum og yvirhalda reglurnar [...] . – Tað vil siga, at vit hava ongan livandi kjans havt at kært til tíðina, tí vit slett ikki hava verið vitandi um øll hesi kortini. Vit halda okkum annars hava nóg mikið gera við at fylgja við, hvørjir [...] nar, eisini at fylgja við kortum í teimum ovastu deildunum, sigur Hans Jákup Andreasen. – Hetta brotið átti at verið funnið í umsitingini av dómaraseðlunum, tí tað kann ikki vera rætt, at vit skulu frætta
endamálið við tiltakinum er ikki annað enn at fremja trivnað millum starvsfólk og at skapa eina felags kenslu. Og tað frøir at síggja, at tann felags kenslan er so stór, at øvundin onga ávirkan hevur. Tvørturímóti [...] Ballið sigst at hava verið so gott, at enntá ein fyrrverandi løgtingsmaður sunnan av Sandi er fornermaður, tí hann ikki slap við. Vit, ið starvast í Tórshavnar kommunu, vóru eftir hesum at døma í eini heilt [...] starvsfólkakvøld. Hetta var triðju ferð, vit øll, sum hvønn dag gera okkara ítarsta at fáa høvuðsstaðarøkið at mala runt, at virka og vera ein tryggan, virknan og góðan karm um okkara gerandisdag, hittust
sjálvan, at eg ætlaði ikki at halda fram at spæla fótbólt, um tað skuldi hent, at krossbandið slitnaði eina ferð aftrat. Tvær tær fyrru ferðirnar var talan um høgra knæ, og nú tað er staðfest, at krossbandið [...] vónaði, at talan var um liðbandsskaða, men tað kom ikki óvart á hann, tá ið tað eftir MR skanning varð staðfest, at tað var verri enn so. Krossbandið í vinstra knæi er slitið, og tað ber við sær, at Ingi [...] uttanlands. Ingi var við til at vinna FM við barndómsfelagnum B36 í 2005 og aftur í fjør, tá ið hann óvæntað og við stórum treiskni megnaði at vinna seg aftur, eftir at krossbandið í høgra knæ tvær ferðir
meðan hini enda við at tveita runt við pengum eftir øllum tí, sum dugur at ganga. Gary Neville, fyrrverandi Manchester United leikari, segði í samrøðu við enskt blað, at tað er greitt at síggja hvørji feløg [...] lítið um seg fríggjakvøldið. Sir Alex Ferguson gjørdi greitt frammanundan, at teir einki fóru at gera. Tað var heldur ongin søga at hoyra úr Old Trafford. Chelsea var í dysti í Monaco móti Atletico Madrid [...] ð, so var greitt at hann helt fram. Tað var kanska gott fyri Atletico Madrid, at dysturin var so seint um kvøldið, tí annars hevði Roman Abramovich helst farið djúp í lumman fyri at keypt Radamel Falcao
flokkum – so at siga skeiklaðu gomlu javnvágina í Fólkatinginum. Í 1979 og 1981 vann Anker trivaligar sigrar, men so var tað, at hann noyddist at leggja kongin. Summi siga, at hann megnaði ikki at syrgja fyri [...] var forsætismála-ráðharri, at farið var undir samráðingarnar um at yvirtaka undirgrundina, men tað var ikki fyrrenn eftir at borgarliga stjórnin hevði sitið í fleiri ár, at ein loysn var funnin. Anker [...] Danmark og aðra staðni við. Eftir fólkaatkvøðuna um EEC limaskap boðaði Jens Otto Krag púra óvæntað frá av tingsins røðarapalli, at hann legði frá sær, og at Anker Jørgensen var nýggjur forsæti
skúla, men eg dugi ikki at rokna. Eg ræðist tann dagin, og hann kemur, at eingin fær starv sum fjølmiðlafólk uttan at duga stavsetingina og orðabókina uttanat ella uttan at duga at benda Trónd. Tað verður [...] viðhvørt, plagar at siga, tá heiðurslønir sum hendan verða latnar fyri hetta ella hatta: “Harragud, er hatta tað besta á hasum økinum.....hvussu fanin er so alt hitt?” Eg plagi at siga við hann, at hatta er ein [...] leygarkvøld, at í gjár var leygardagur, í dag er sunnudagur og í morgin er mánadagur. 80 prosent av teimum, sum lurtaðu, vóru stødd í einari uppgangandi kenning, so tað dámdi teimum lítið at hoyra, at í morgin
er tað greitt, at eydnast tað okkum at fáa munandi meira burturúr tilfeingi og virðisøking, er ongin trupulleiki at figgja eitt sjálvstøðugt vælferðarsamfelag. - Harafturat er greitt, at gongdin við keypi [...] vanda í, at fiskivinnan verður sera skuldarbundin og at tað bara verða útlendingar, sum kunnu bjóða uppá tey stóru skipini - Vandi er fyri, at útlendingar fáa ræði á føroysku fiskivinnuni og at teir kunnu [...] fastari at donskum pengum. - Nú skjóta teir seg undir, at hækkingin í gjaldinum fyri at selja okkara sjálvræði og sjálvsvirðing, gjørdist ikki so stór, sum sambandsflokkurin ætlaði. - Men til tað er at siga