Fyrsta føroyska supermodellin

Mótaserfrøðingar meta, at 16 ára gamla Miriam Haraldsen úr Sørvági, hevur júst tær dygdirnar, sum skulu til, fyri at gera seg galdandi á altjóða mótapallinum. – Hon minnir ikki sørt um brasilsku supermodellina Gisele Bündchen, sigur millum annað Finnur Justinussen, myndamaður

Móti

16 ára gamla Miriam Haraldsen úr Sørvági var millum luttakararnar til modelcasting í SMS í farnu viku, og hon var millum tey 10, sum vórðu úttikin til at royna seg hjá Elite Models í Keypmannahavn.
Aftan á castingina mánadagin og stóra mótashowið í SMS fríggjadagin, var semja millum dómarar og myndafólk um, at Miriam hevur sera góðar dygdir, og hon er teirra avgjørda boð upp á eina føroyska supermodel.
Í hesum sambandi kunnu vit nevna, at hon varð samanborin við Brasilsku supermodellina Gisele Bündchen.
- Eg hevði als ikki væntað hetta, tí eg helt ikki, at eg hevði tað, sum skuldi til, fyri at sleppa so langt í kappingini, sigur ein sera fegin Miriam Haraldsen, nú vit hitta hana til prát í Baresso SMS.
Tað var seinnapartin fríggjadagin, at skipað varð fyri mótasýning í SMS. Fyrr í vikuni hevði modelcasting verið, har omanfyri 50 føroyingar royndu eydnuna. Tiltakið fríggjadagin var fyriskipað av víðagitna føroyska sniðgevanum, Barbaru í Gongini, og vórðu klæðir úr handlunum í SMS sýnd fram. Óroyndu modellirnar, sum bæði fevndu um kvinnur og menn, framførdu eina óvanliga seriu, sum neyvan áður hevur verið sædd á føroyskum palli. Serstakt var tað, at tey gingu ikki aftur og fram sum vanligt, men í formatiónum við fýrakantaðum skapi.

Kritiskir dómarar
Hetta var eisini fyrstu ferð, at Miriam Haraldsen og hinir luttakararnir gingu mótasýning framman fyri fleiri hundrað áskoðarum og teimum sera kritisku og royndu dómarunum. Teirra millum føroysku Óluvá Johannesen, sum hevur starvast sum professiónel model í eitt nú USA og Milano.
- Eg teknaði meg til kappingina sunnukvøldið, og eg var sera nervøs fyri at skula ganga framman fyri so nógvum fólkum, sigur Miriam Haraldsen, sum kortini leyp útí tað, tí, sum hon sigur: Eg vildi so gjarna vita, um eg slapp víðari. Og hon leggur afturat, at tað var fantastiskt at vera á pallinum.
- Tað var als ikki so torført, sum eg hevði óttast fyri. Eg haldi, at tað gekk væl, og eg vildi ikki, at tað skuldi fáa ein enda. Fólk søgdu eisini við meg aftaná, at tað riggaði ordiliga væl, sigur hon við Sosialin.
Aftan á sýningina valdu dómararnir 10 tey bestu burtur úr, harímillum bæði gentur og dreingir. Hesi skulu nú metast hjá topprofessionellu modelfyritøkuni Elite Models í Keypmannahavn.

Ein skaraði framúr
Men semja var um, at ein model skaraði framúr. Tað var Miriam Haraldsen úr Sørvági, sum eftir øllum at døma hevur teir serligu eginleikarnar, sum mótaheimurin altíð leitar eftir.
- Hon er okkara besta boð upp á eina føroyska útgávu av einari topmodel. Tað er ikki sørt, at hon minnir um Gisele Bündchen, sigur Finnur Justinussen. Hetta vóru útlendsku myndafólkini eisini samd við honum í. Og Miriam Haraldsen er sjálvsagt fegin um orðini frá dugnaliga myndamanninum Finni Justinussen.
- Tað er nokkso kul, at hann sigur so. Hann tók eisini eina rúgvu av myndum av mær backstage, meðan eg gjørdi meg til reiðar at trína fram á pallin, sigur Miriam, sum í næstum fær boð frá Elite Models, um hon egnar seg til altjóða modelheimin ella ikki. Og hette er hon sjálvandi sera spent uppá.

Gamal dreymur
At sleppa at uppliva mótaheimin er ikki ein so fjarður tanki hjá Miriam Haraldsen.
- Eg havi altíð droymt um at gerast model og havi hugt nógv eftir sendingum um hendan dragandi heimim, sigur Miriam Haraldsen, og nevnir millum annað sendingina Americas Next Top Model, sum Tyra Banks er vertur fyri. Tyra Banks hevur eisini altíð verið stóra fyrimyndin hjá Miriam, sum av og á hevur umhugsað at tekna seg til donsku útgávuna av sendingini. Men tað hevur ikki ligið fyri, tí hon hevur gingið í skúla.
- Eg havi altíð hugsað, at umstøðurnar í Føroyum vóru ikki til at gerast model í. Men kanska modelheimurin júst nú er klárur at taka ímóti mær, sigur hon.