Hesi síðstu 10 árini hava vit mist eina milliard um árið í avreiðingarvirði.
Tað staðfesti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi í formansfrágreiðing síni á flokstinginum í Vesturhøll í Fámjin um vikuskiftið.
- Síðani 2002 hava vit fiskað eini 70.000 tons minni av toski, hýsu og upsa. Hetta svarar til eitt avreiðingarvirði á upp í moti einari millard, sum vit hava mist.
- Sostatt er tað greitt, at eydnast tað okkum at fáa munandi meira burturúr tilfeingi og virðisøking, er ongin trupulleiki at figgja eitt sjálvstøðugt vælferðarsamfelag.
- Harafturat er greitt, at gongdin við keypi og sølu av fiskirættindum hevur elvt til eina gongd, har eitt ovurstórt tilfeingisgjald longu er goldið í føroysku fiskvinnuni.
Hann nevndi eisini teir vandar, hann sá við eini skipan um rullandi fiskloyvi, sum er eitt mál, ið samgongan hevur arbeitt við.
Avleiðingin er, at brúksrætturin verður nógv sterkari, næstan sum ognarrættur og hann verður latin fyri einki.
Samstundis fer prísurin á veiðirættindum upp og kunnu seljast saman við skipinum fyri milliardir.
Og tað vera tey, sum fara úr vinnuni, sium fáa ágóðan, men Føroya fólk, sum eigur tilfeingi, fær onki burtur úr.
Vandin
Høgni Hoydal sær eisini ein vanda í, at fiskivinnan verður sera skuldarbundin og at tað bara verða útlendingar, sum kunnu bjóða uppá tey stóru skipini
- Vandi er fyri, at útlendingar fáa ræði á føroysku fiskivinnuni og at teir kunnu taka vinningin úr vinnuni.
Sum gongdin er nú, sær hann ta ræðumynd fyri sær, at tað verða einar tvær, tríggjar stórar, útlendskar fyritøkur, sum fáa ræðisrættin yvir meginpartinum av okkara tilfeingi.
Høgni Hoydal sigur, at sostatt má ein skipan gerast, ið forðar fyri spekulasjón í fiskivinni og sum ger tað møguligt hjá fyritøkum og fiskimonnum í Føroyum at sleppa framat og reka vinnu í Føroyum eftir skipaður leisti.
Í hesum sambandi hevur Tjóðveldi lagt uppskot fram um at steðga útlendskum kapitali, sum er í ferð við at keypa alt upp, sum formaðurin tekur til.
Samstundis eiga vit at tryggja, at bann verður sett fyri at selja fiskiloyvi, ímeðan vit fáa semju um eina varðandi og trygga skipan fyri fiskivinnuna í Føroyum.
- Hetta er størsta vandamál í føroyskum politikki í dag, segði hann.
Føroyar verða stýrdar eftir eini kovboybók
- Tað følist sum um, at Føroyar verða stýrdar eftir eini kovboybók, har skotið verður fyrst og spurt verður aftan á.
Tað er skoðsmálið, samgongan fær frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, á flokstinginum um vikuskiftið.
- Landið verður myndað av eini stjórn, ið fremur knappligar og fólkaræðisliga óviðgjørdar grundvallarbroytingar í samfelagnum
- Í knøpp átta ár, hevur landsins stjórn verið myndað av politiskari stillstøðu og naggatódn, har ongar avgerðir hava verið tiknar.
- Búskapurin hevur verið sleptur uppá fjall og eftir stokkutan hita við ovurnýtslu og tilvildarligum marglæti, er stórt hall vundið uppá landskassaroknskapin. Og stútt hevur verið roynt at niðursjóða allar neyðugar nýskipanir og frambrot.
- Í tjóðskaparmálum hava nú Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin tikið undir við at taka stór lop aftur í tíðina og binda okkum fastari at donskum pengum.
- Nú skjóta teir seg undir, at hækkingin í gjaldinum fyri at selja okkara sjálvræði og sjálvsvirðing, gjørdist ikki so stór, sum sambandsflokkurin ætlaði.
- Men til tað er at siga, at talan var um tilvild. Og at tað er ongin munur á um tú leypir í havið og druknar á átta favna dýpi ella á 150 favna dýpi, sigur Høgni Hoydal.
Sirið næstforkvinna í Tjóðveldi
Sirið Stenberg er nú næstforkvinna í Tjóðveldi.
Á Flokstingi floksin í gjárkvøldið varð hon vald til næstforkvinnu, fyri Tórbjørn Jacobsen, sum var næstformaður.
Næstformaðurin skal vera fólkavaldur politikari, og tí kundi Tórbjørn Jacobsen ikki vera longur.
Tvey valevni vóru til næstformann, Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg og tá ið avtornaði varð Sirið Stenberg vald.
Tórbjørn Jacobsen var eisini í uppskoti til lim í starvsnevndini fyri Jónfríð Hjelm, men hann varð ikki valdur, tí Jónfríð Hjelm varð afturvald.










