Yvir fýra milliardir krónur brúktar

Tað gjørdist ikki heilt so spennandi á seinasta flytingardegnum, sum tað onkuntíð hevur verið fyrr. Samlaða keypsnýtslan kom upp á áleið 4,6 milliardir krónur, men fleiri fingu ikki tað tey vildu hava

Tað var í stórum spenningi, at fót­bólts­áhugaði fylgu seinastu tím­unum áðenn flytingarvindeygað í Bretlandi lat aftur fríggjakvøldið klokkan 23. Feløg sum Tottenham og Manchester City vóru sera aktiv, meðan Manchester United, Chelsea og Arsenal einki gjørdu um seg.
Tað sæst mangan hvørji feløg hava gjørt sítt heimaarbeiði og hvørji vakna við kaldan dreym, tá flyt­ingarvindeygað letur aftur.
Tey, sum longu hava avgreitt tað mesta, kunnu sita hendur í favn og bíða eftir einum góðum boðið, meðan hini enda við at tveita runt við pengum eftir øllum tí, sum dug­ur at ganga.
Gary Neville, fyrrverandi Man­chester United leikari, segði í sam­røðu við enskt blað, at tað er greitt at síggja hvørji feløg verður væl rikin og hvør eru minni væl rikin á seinasta flytingardegnum.

City og Spurs keyptu
Fyri bæði Manchester City og Totten­ham er talan nokk ikki um illa rikin feløg, men bæði feløgini ar­beiddu heilt til deadline við flyt­ingum. Tað eydnaðist akkurát Roberto Mancini og Manchester City at keypa Javi Garcia frá Benfica áðrenn flytingarvindeygað lat aftur. Manchester City keypti eisini Scott Sinclair, Maicon og Matija Nastasic á seinasta leikdegnum.
Verri gekk hjá Tottenham, sum ikki kláraði at semjast við Joao Moutinho áðrenn klokkan 23. Portugisiski miðvallarin skuldi avloysa Luka Modric, sum varð seldur til Real Madrid stutt framman­undan. Eisini Rafael van der Vaart varð seldur til Hamburg.
Hinvegin eru menn sum Gylfi Sigurdsson, Jan Vertonghen, Emmanuel Adebayor, Moussa Dembélé, Hugo Lloris og til seinast eis­ini Clint Dempsey komnir til felagið.
Samanlagt kom Tottenham gjøgn­um flytingarvindeygað við umleið 15 milliónum krónum í yvirskot.

Fleiri gjørdu einki
Manchester United, Chelsea, Arsenal, Liveprool og Newcastle gjørdu lítið um seg fríggjakvøldið. Sir Alex Ferguson gjørdi greitt framm­an­undan, at teir einki fóru at gera. Tað var heldur ongin søga at hoyra úr Old Trafford.
Chelsea var í dysti í Monaco móti Atletico Madrid. Daniel Sturridge var leingi settur í samband við Liver­pool, sum leigaði Andy Carroll út til West Ham. Men tá hann var á dómara­seðlinum fríggjakvøldið, so var greitt at hann helt fram.
Tað var kanska gott fyri Atletico Madrid, at dysturin var so seint um kvøldið, tí annars hevði Roman Abramovich helst farið djúp í lumm­an fyri at keypt Radamel Falcao. Kolumbiski framherjin gjørdi ikki matari enn at skora hattrick móti Chelsea. Atletico Madrid vann dystin 4-1.
Arsenal og Newcastle var heldur einki at hoyra til og tað má merkja at Arsene Wenger og Alan Pardew eru nøgdir við hóparnar hjá sær.

Kreppa í Liverpool?
Liverpool er komið illa frá byrjan og liggur aftaná tríggjar dystir. Tað er ikki bara gongdin, sum er ring, tí tað eydnaðist heldur ikki Liverpool at keypa nakran fríggjadagin. Hetta hóast Andy Carroll var útleigaður og at Brendan Rodgers, venjari hjá Liverpool, segði felagið ætlaði sær at keypa ein ella tveir leikarar.
Leingi varð tosað um Clint Dempsey og Daniel Sturridge. Clint Dempsey segði enntá nei at skifta til Aston Villa, tí hann vildi til Liver­pool. Men Liverpool vildi ikki bóða tær áleið 60 milliónir krón­urnar, sum Fulham vildi hava fyri amerikumannin. Tað gjørdi Tottenham hinvegin og tí er Clint Dempsey Tottenham leikara.
Tað var stór ónøgd at hóma mill­um Liverpool viðhaldsfólk, tá tað gjørdist greitt, at ongin leikari kom inn.

Van Persie hattrick
Stóra søgan á vøllinum um viku­skiftið var uttan iva Robin van Persie, sum skoraði hattrick. Tvær ferðir kom Southampton á odda, men báðu ferðir svaraði Robin van Persie aftur. Hann var enntá so frekur, at hann royndi at spæla smart­ur, tá hann kundi javna til 2-2 við brots­sparki, men málmaðurin bjarg­aði lobbarinum.
Tað endaði við, at Robin van Persie kundi stúta einn hornaspark frá Nani í mál í yvirtíðini. Stað­fest­ast má bara, at fyrrverandi Arsenal liðskiparin hevur skilt hugtakið »Fergie time«.
Manchester City vann aftur við 3-1 sigri á QPR.
Chelsea liggur framvegis fremst við fullum stigatalið, sum tað ein­asta felagið í Premier League.