Skála víðari við kæru

Hóast Aganevndin vísti eini kæru frá Skála frá sær, tí hon var innkomin ov seint, fer Skála víðari til starvsnevndina við kæruni, ið snýr seg um, at TB brúkti ein spælara ólógliga í dysti ímóti Skála. TB vann bronsu og Skála flutti niður, men fær Skála viðhald, fer HB við bronsuni, samstundis sum Skála yvirlivir, men NSÍ fer niður

FÓTBÓLTUR

Tá Skála tann 9. august var á Tvøroyri og tapti 2-1 fyri TB, høvdu tvørámenn ein spælara á vøllinum næstan allan dystin, sum ikki hevði loyvi at spæla við. Tórur Mortensen hevði dystin frammanundan, sum var ímóti MB, fingið sítt fimta gula kort í landskappingini, og tí átti hann at sitið uttanfyri við karantenu.
Men Tórur var allíkavæl við í dystinum ímóti Skála, har hann fekk tvey gul kort, í 68. og 87. minutti, so hann at enda eisini fekk eitt reytt kort og var vístur út.
Trupulleikin hjá Skála er so tann, at øllum hinum gulu kortunum frammanundan visti felagið ikki av, fyrr enn tann 26. september, tá felagið frætti tað sum slatur. Tí bar ikki til hjá Skála at kæra, fyrr enn heilar 48 dagar eftir ítøkiliga dystin á Sevmýri.
Tað er rættiliga langt frá 48 tíma freistini, ið er galdandi, tá kærast skal til Kappingarnevndina – og somuleiðis langt frá fimm daga freistini, tá so kærast skal til Aganevndina. At kæran frá Skála kom ov seint, var eisini grundgevingin hjá Aganevndini, tá hon mánadagin í hesi vikuni vísti henni frá sær.
Nú hevur Skála so sent starvsnevndini hjá Fótbóltssambandinum eina áheitan um at taka málið upp.

Ongan kjans
– Vit hava ongantíð fingið dómaraseðilin frá dystinum á Tvøroyri, og hann er heldur ikki komin Fótbóltssambandinum í hendi fyrr enn tann 18. august, sum altso er níggju dagar eftir dystin, tá allar freistir langt síðani eru farnar, sigur Hans Jákup Andreasen, formaður í Skála Ítróttarfelag.
– Tað vil siga, at vit hava ongan livandi kjans havt at kært til tíðina, tí vit slett ikki hava verið vitandi um øll hesi kortini. Vit halda okkum annars hava nóg mikið gera við at fylgja við, hvørjir av okkara egnu spælarum hava kort. Tað gevur onga meining, at vit eisini skulu sita og fylgja við hvørjum gulum korti, spælararnir hjá hinum níggju liðunum í deildini fáa.
Skála ger í kæru síni vart við, at hóast vikurnar ganga, so kunnu slík brot ikki detta burtur, bara tí mótstøðuliðið ikki veit um tey. Somuleiðis spyr Skála í kæruni, hvør hevur ábyrgdina av, at spælarar halda fram við at spæla, hóast teir eiga at hava karantenu.
– Vit halda, at tað má vera TB, ið eigur at fylgja við sínum egnu kortum og yvirhalda reglurnar. Harnæst eigur umsitingin hjá Fótbóltssambandinum, sum er eftirlitismyndugleiki og skrásetir allar dómaraseðlarnar, eisini at fylgja við kortum í teimum ovastu deildunum, sigur Hans Jákup Andreasen.
– Hetta brotið átti at verið funnið í umsitingini av dómaraseðlunum, tí tað kann ikki vera rætt, at vit skulu frætta tað sum slatur, tá kappingin er mestsum liðug. Tað gevur onga meining, um kortini ikki verða umsitin, so tað ber til at finna út av teimum.

Fleiri kort
Av tí at Tórur Mortensen fekk reyða kortið í dystinum ímóti Skála, eftir at dómarin aðru ferð í tí dystinum hevði víst honum gula kortið, sat hann yvir næsta dystin, sum var ímóti B71, men tað var bara eitt umfar og tvey gul kort ov seint.
Sambært grein 37, stykki 2, í kappingarreglunum, skal ein spælari hava karantenu í ein dyst, tá hann hevur fingið fimm gul kort. Síðani er markið trý gul kort, áðrenn hann aftur fær karantenu ein dyst, og eftir tað skulu bara tvey gul kort til, áðrenn tað somuleiðis merkir karantenu ein dyst.
Í dysti ímóti MB tann 30. august fekk Tórur aftur eitt gult kort, og saman við teimum báðum gulu frá dystinum ímóti Skála, skuldi tað givið karantenu aftur tann 6. september, tá TB spældi ímóti HB, men tá spældi Tórur kortini við allar 90 minuttirnar.
Aftur í teimum báðum næstu dystunum, sum vóru 13. september ímóti Skála og tann 19. september ímóti NSÍ, fekk Tórur gul kort, so nú var triðja karantenan veruleiki. Eftir at VB/Sumba hevði gjørt TB vart við, at hann ikki hevði loyvi at spæla, var hann heldur ikki við á liðnum, tá tey bæði suðuroyarliðini spældu í Vági 23. september.