Teir, sum stýra okkara landi í dag hugsa mest um at skerja allar útreiðslur til pensiónistar og onnur sum fáa almenna veiting.
Ongin nevnir nakað um nakrar inntøkur, ella at hesi fólk gjøgnum ár og dag hava verið tey, sum hava goldið skatt og onnur gjøld, at bygt hetta land og givið fólkið tær veitingar og stuðul, tey hava havt brúk fyri.
Í løgtingi og landsstýri tosa tey bara um, at tað verða so nógv fleiri fólk sum árini ganga, ongin nevnir nakað um, at tað verða fleiri inntøkur.
Ein av teimum veitingum, sum menn hava róst sær av er samhaldsfasti. Hvør er so tann sum fær mest úr honum - jú, tað er landskassin. Hetta havi eg onki ímóti, men hetta vísir, at tað almenna ikki bert hevur útreiðslur av teimum gomlu.
Meti at skattainntøkurnar av samhaldsfasta eru einar 3-4 mill. kr. um mánaðin ella u.l. 30-50 mill. um árið og verða enn størri sum egineftirlønirnar hækkað og verða fleiri. Hesin peningur verður í veruleikanum dupult skattaður.
Nevnast kann, at tey sum fáa sína egnu eftirløn, gjalda væl meira í skatti enn tey fáa úr landskassanum. Um eini 10-15 ár verður tað soleiðis, at flestu eftirløntu gjalda so mikið í skatti, at tey sjálvi fíggja sína elliseftirløn (fólkapensión) og meir enn tað.
Reglugerðirnar fyri eftirlønir má tó vera soleiðis, at fólk ikki fáa útgoldið alla eftirlønina í einum.
Ein onnur inntøka hjá landskassanum er hon, at fleiri pengar fólk hava um hendi, fleiri inntøkur fær landskassin.
Onkur hevur havt uppskot at styrkja samhaldsfasta grunnin við at hækka inngjaldið við 1/4% í eini 4 ár. Hetta haldi eg er gott uppskot.
Haldi at tað almenna skuldi goldið eftirlønargjøld til ein eftirlønargrunn vegna tænastumenn, landsstýrisfólk og løgtingsfólk.
Annars haldi eg at seinast samtykti eftirlønarstigin hjá landsstýrisfólkum og løgtingslimum er tekin um ov stórt sjálvsøki og ov lítlan sjálvsaga. Flestu teirra hava 1-2 eftirlønir, aðrir 3-4 eftirlønir umframt aldurseftirløn (fólkapensión) og samhaldsfasta.
Seinast gjørdu broytingar í veitingunum til fólk er tekin um at tað er skeivt at avtaka sjúkrakassar. Heldur lagt teir saman og latið teir hildið áfram. Teir munnu fáa nógv meira úr pengunum enn tað almenna fær. Longu áðrenn teir vóru avtiknir fingu fólk (pensiónistar) eitt eykagjald uppá 600 kr., umframt aðrar óhepnar broytingar fyri ávísar fólkabólkar. Skilið verður ikki frægari aftaná 1. januar 2010.
Ein av stóru inntøkunum hjá landskassanum var inntøkan frá Føroya Banka. Nú hevði hon gjørt góðan mun í tóma landskassan. Tað var rætt at einskilja tann fyrsta triðingin, men ein eigur ikki at einskilja meir av bankanum (posamatur er ofta ódrúgvur). Meti ikki at hann verður rikin betri, um hann allur verður privatur. Bæði í Føroyum og aðrastaðni hava vit ringar royndir av vánaligum bankavirksemi. Tá bankar fara á heysin ella hava fíggjarligar trupulleikar, er tað skattgjaldarin og viðskiftafólk, ið gjalda rokningina við t.d. skatti, hægri rentu, tænastugjøldum o.ø. Úrtøkan hjá partaeigarunum er sjálvdan tann stóra.
Um vit skulu hava ein sjálvberandi búskap, ræður um at vaksa um inntøkurnar. Hetta kann best gerast við at fáa meir úr tí tilfangi vit hava, vaksa framleiðsluna, finna nýggjar vørur, seta á stovn nýggj virkir, stuðla granksing og verkætlanir, t.d. innan orkisparing o.t. Til hetta krevst íløgur. Ein ella fleiri sterkar íløgugrunnar. Hetta kundi verið gjørt í 2002, tá menn skerdu blokkstuðulin. Høvdu teir tá sett peningin í ein íløgugrunn, høvdu teir í dag havt ein íløgugrunn við 2-3 milliardum kr., og kundu so skert blokkin, uttan at tað hevði havt serligan fíggjarliga ávirkan.
Ein annar háttur at fáa henda íløgugrunn er at seta komandi inntøkur úr Føroya Banka í ein grunn í nøkur ár. Vit hava nógv gott tilfangi (fólk) her og aðrastaðni, ið kundu verið við í hesum virksemi.