seyðir og fult av eykalutum í kjallarnum í Brøttulíð 10, nokk av plássi segði pápi, og lívið var herligt, pápi smíltist og segði, at vit høvdu nógv størri pláss enn í Stallhúsi í Mykinesi, sum var hansara [...] til bilin vóru í brøttulíð 10, tað var trongligt í kjallarnum við 25 livandi seyðum úr Mykinesi á hestartíð, áðrenn fletting og tá pápi stakk, har var nógv blóð, og Toyota eykalutir mitt í rokanum! Vit vóru [...] Tit bardust fyri lívinum, í myrkri í kalda sjónum, í tveir samfullar tímar. Tit komu fýra aftur, og tríggir komu ikki aftur á lívi. Tú Dánjal var tann eini, illa á holdum komin, meira deyður enn livandi
tey sýndu, líkasum birti tankan um eina bók. Eg, maður mín og bæði børn okkara vitjaðu Føroyar tíðliga í 1999, og í november sama ár doyði maður mín av krabbameini. Hesa tíðina var sjálvsagt ikki lætt at [...] sendandi úr Føroyum, fær lesarin innlit í ymisk viðurskifti í Føroyum tíðliga í 20. øld - umframt eina rætta kærleikssøgu við brøvum frá ungdómsunnustu hansara í Fuglafirði. Kærleiksbrøv úr Fuglafirði Júst [...] støkki inn á góvið ‘úti á land’ í Fuglafirði henda ikki sørt kalda og illfýsna novemberdagin. Inni í lítlu húsunum er tó bæði fjálgt og gott, og beinanvegin koma vit í gott prát. Jennifer býr tætt við
tískil hevur uppgávan verið serlig hjá mær. Pápi mín, Ejgil Vangsen, flutti til Danmarkar sum 17 ára gamal, men sum smádrongur plagdi eg javnan at vera í Føroyum og vitja ommu. So fyri meg hevur arbeiði [...] átta mánaðirnir hevur filmsverkstaðið VideoPro í Skovlunde uttanfyri Keypmannahavn tugt seg ígjøgnum yvir 500 filmsrullur úr Føroyum, sum eru savnaðar saman í sambandi við verkætlanina Føroyskar Søgur [...] ting skulu fara í gloymskunnarhav, og tað var orsøkin til, at eg fór undir hetta virksemi, staðfestir Christian Jensby, stjóri og eigari av VideoPro. – Vit leggja nógvar orku og kenslur í hetta arbeiði
hjá Terja í mong Harrans ár, hevur eina rúgvu av tekstum liggjandi. – Eg klári slett ikki at fylgja við har, sigur Terji Rasmussen. Endaði í Nólsoy Í 2001 var Terji Rasmussen, sum tá búði í Keypmannahavn [...] 11-12 ára gamal, tá Rockboys var sett á stovn. – Vit fluttu so yvir á Reyn har vit búðu í nokk so nógv ár í eini íbúð í Klettgarðinum. Eg fekk so eitt trummusett, tí nú skuldi eg verða trummusláari. Har [...] ein annan bólk, ið kallaðist Funkies. Og teir spældu so saman í nøkur ár. – Vit spældu fyrstu ferð á Sandi í 1979, og so gek tað bara slag í slag. Vit spældu so at siga hvørt einasta vikuskifti, og vit
Faðirleggurin hjá Gutta er úr Innistovu. Pápi Gutta og pápi Kaj vuksu upp saman eitt stutt skifti í gomlu Innistovu. Hon varð brotin niður stutt eftir at Mortan var komin í Hvannasund og nýggj stór hús bygd oman [...] og er tað enn. Í móðurlegg er Gutti ættaður úr gomlu bóndahúsunum í Depli. Tey standa enn. Nú býr Tróndur Trondesen í teimum, hann er eftirkomari av einum seinni festara, sum giftist inn í Depli. Undir [...] ðinum vitjaðu Gutti og eg í húsinum í Depli. Hann segði ikki nógv hesa løtuna, meðan vit vóru inni. Nógv minnir komu fram í høvdinum, og eyguni vættust, nú hann stóð aftur í roykstovuni, har mamman leikaði
Livurin varð avreidd í handlinum. Útróðrarpláss var Hvannasund gott. Gamli Mortan í Hvannasundi búði eitt tíðarskeið í Innistovu. Pápi róði út saman við Mortani, tá ið hann bygdi í 1910. Útróðurin gav so [...] seyður. Hvat mundi pápi hava droymt? Eg fór til skips við skonnartini Karen í 1936. Vit róðu út við bátum í Grønlandi. Kaj Johannesen var skipari. Eg fór aftur við Kaj við John Bull í 1937 og 1938. Eitt [...] fyrsta Skálaberg í 1939. Tá var ikki sama luksus við trolarum sum í dag. Vit vóru yvir 30 mans. Flestu menninir búðu í tí eina lugarinum. Har var sera trongligt, koyggjurnar vóru eisini í trimum hæddum.
komin til Havnar. Tey giftast í 1966 í Lopra. Saman fáa tey fýra børn, tann fyrsta sonin Gunnar í 1965, síðan dóttrina Ann í 1967, síðan sonin Aron í 1969, og so sonin Garðar í 1974. Tá Mamma okkara bert [...] .......Tann 1. mars 1948 í Lopra, var kona mín og mamma okkara borin í heim. Elst av 10 systkjum. Gunnvør var bert 1 ára gomul tá hon missir pápa sín. Hon kom bert einaferð í samband við pápa sín Gunnar [...] fortaldu, at pápi teirra kemur heim, segði Gunnvør, at gubbi mín kemur heim tá og tá. Omma Gunnvør lærdi hana alt møguligt, m.a. at binda húkar, fyri at tjena sær nøkur oyru. Gunnvør gekk í skúla úti á
minnast pápa mín í avmarkaðum orðum fest á blað og tó. Tað er ringt, tí hann hevði í sær óavmarkaði virðir og evnir sum pápi, tískil kundi eg skriva fleiri teinar um tað. Tað er lætt, tí hann sum pápi var sera [...] taka lut í. Mong staðarnøvn og søgur um náttúruna lærdi hann okkum, tí tað hevði eisini hansara áhuga. Tann kærleika hann legði í okkum og tað lívsfilosofi hann bygdi sítt lív á, hevur sín uppruna í orði Guds [...] sera einfaldur. Í atburði var hann stillur og lítillátin, bríkslaði altíð okkurt lag, tosaði nærum bert tá tað var neyðugt. Í hansara verð var eitt orð ov nógv sjáldan ein tankið ov lítið. Kortini fylti
Tann 23. oktober 2011 fylti pápi mín 75 ár. Fimm dagar seinni, 28. oktober 2011, hava mamma og pápi gullbrúdleyp. Pápi mín hevur arbeitt alt lívið – sum blaðungur koyrdi hann rutubil sínum Rambler, hann [...] Sum ung arbeiddi hon í handlinum hjá Pidda. Hugnaligt at síggja myndir frá hesari tíðini í einum blómandi handilslívi í bygdini í 1950’unum. Sum ung var mamma á háskúla í Danmark. At uppliva útlandið [...] suðið, tá ið pápi slerdi so lystiliga og líggin skar seg gjøgnum grasið. Siip, siip, siip... hetta bygdaljóðið er ikki til í dag. Í fjør bygdu vit nýggj sethús. Ein tann drúgvasti at møta upp í arbeiðsklæðum
varð hildið í Lamba í barnaheiminum hjá Disuni inni hjá Meinhardi og Albertu Gaardlykke fyri fimmti árum síðani. Vilmund, mammubeiggi mín er uppvaksin í Vági, og hevur fyri tað mesta búð í Vági, og hansara [...] vesturi við Vatnið. Tey keyptu hús í fimmtiárinum, úti á Marknoyri í Vági, frá ommubeiggjanum mínum Niclas Hovgård. Annars hava Vilmund og Disan búð í Lamba tey seinastu árini, í barnaheiminum hjá Disuni. Vilmund [...] “Sjófarinum”, sum beiggi hansara Jógvan átti. Fyrst í 70-unum fekk Vilmund starv sum vrakieftirlitismaður í Vági, og var hann í hesum starvi til fyrst í 90-unum. Vilmund hevur altíð havt stóran hug til sjólívið