Gátan um saknaða sonin í Fuglafirði

Pápi hennara tosaði ongantíð um Føroyar og fortíðina, og tað var kanska júst tað, ið birti ein longsul og forvitni í amerikonsku Jennifer Henke at finna sínar føroysku røtur. Nú gevur 62 ára gamla Jennifer út bók um merkisverdu ferð sína aftur í fortíðina, sum eisini loysti gátuna um saknaða sonin í Fuglafirði

Bárður á Lakjuni

---------------------

 

Jennifer er bæði blíð og týð, tá eg støkki inn á góvið ‘úti á land’ í Fuglafirði henda ikki sørt kalda og illfýsna novemberdagin. Inni í lítlu húsunum er tó bæði fjálgt og gott, og beinanvegin koma vit í gott prát. Jennifer býr tætt við San Fransisco, men vitjar rættiliga ofta í Føroyum. Hesuferð er vitjanin rættiliga sermerkt, tí sunnudagin gevur Jennifer út bók um pápa sín úr Fuglafirði, sum fór til skips heilt ungur og ongantíð vendi aftur til heimbygdina.

 

Loyndarmálið lokkaði

Tá fyrsti temunnurin er farin niðurum, spyrji eg Jennifer, hví hon hevur valt at siga søguna um pápa sín.

– Ja, góður spurningur, sigur hon og smílist.

- Eg haldi sjálvandi, at søgan er áhugaverd og hevur nakað upp á hjartað. Pápi tosaði ongantíð um Føroyar og fortíðina, og tað var kanska júst tað, ið birti ein longsul og forvitni í mær at finna føroysku røtur mínar. Eg hugsaði tó mest um at finna staðið, tí eg væntaði ikki at finna familju, men eg vónaði tað sjálvsagt. Uttan at blunka kann eg so avgjørt siga, at eg havi funnið so nógv meiri, enn eg nakrantíð hevði torað at droymt um. Eg eri vorðin so ómetaliga forelskað í øllum her, serstakliga hámeti eg tað virði, tit leggja í familju- og vinabond.

 

Tilvildarlig byrjan

Á ein hátt er tað rættilga tilvildarligt, at Jennnifer fór undir bókina. Hon vitjaði í Føroyum fyrstu ferð í 1997 og skrivaði tá eitt rættiliga langt bræv og tók nógvar myndir til systkini heima í USA. Tað sama gjørdi hon árið eftir, tá hon aftur var her.

- Tað, sum eg ikki visti av, var, at systkin míni gjørdu nógv burturúr at vísa og siga fólki frá øllum tí, eg upplivdi her. Eg hugsi, at áhugin, tey sýndu, líkasum birti tankan um eina bók. Eg, maður mín og bæði børn okkara vitjaðu Føroyar tíðliga í 1999, og í november sama ár doyði maður mín av krabbameini. Hesa tíðina var sjálvsagt ikki lætt at seta seg við penninum, men eina tíð eftir deyða hansara hugsaði eg við mær sjálvum, at nú skuldi eg fara í gongd, sigur Jennifer.

Hon greiðir frá, at tað sjálvsagt var ein long tilgongd at koma á lagið, og tað tók henni eisini eini tvey til trý ár at skriva bókina. Ætlanin var at geva hana út í USA, men tað varð av ongum. Ístaðin er bókin snikkað soleiðis saman, at hon skal vera áhugaverd fyri føroyska lesaran.

- Eg havi fingið sera góða og professionella hjálp frá útgevaranum og øðrum góðum vinum, og í juni í ár var føroyska týðingin liðug. Síðani er tað síðsta so fingið frá hondini, og nú er bókin so klár, sigur Jennifer glað.

 

Saknaði sonurin

Saknaði sonurin er heitið á bókini. Hon sigur søguna hjá Jennifer um pápa sín, fuglfirðingin Hans N. Jacobsen, ið sum heilt ungur fór út at sigla og ongantíð kom aftur. Hann búsettist í San Fransisco og tosaði treyðugur um heimland sítt og familju ella vinir í Føroyum. Í bókini sigur Jennifer frá, hvussu tað kendist umsíðir at møta føroysku familju síni. Við gomlum brøvum, sum pápin nú og tá fekk sendandi úr Føroyum, fær lesarin innlit í ymisk viðurskifti í Føroyum tíðliga í 20. øld - umframt eina rætta kærleikssøgu við brøvum frá ungdómsunnustu hansara í Fuglafirði.

 

Kærleiksbrøv úr Fuglafirði

Júst hesi kærleiksbrøvini mugu sigast at vera rættiliga sermerkt og forkunnug. Eg spyrji Jennifer, hví hon hevur valt at taka tey við í heilum líki.

– Ja, tað kann kanska tykjast, at tað er at fara eitt sindur ov langt at prenta slíkt, sum annars er so inniligt og persónligt. Tó haldi eg og vit, at innihaldið í nógvum av brøvunum - umframt at vera romantiskt og kensluborið - sigur so nógv um samtíðina. Marin, sum unnustan æt, dugir so ómetaliga væl at skriva og greiða frá, at tað er ein fragd at lesa. Hon lýsir bygdarlívið og sigur frá um ymiskt, sum gongur fyri seg í landinum annars. Hon skrivaði í mong ár og av brøvunum sæst, at hýrur hennara skifti ímillum bjartskygni og vónloysi – serstakliga tað síðsta var ‘heart breaking’ at lesa, sigur Jennifer.

 

Drama og romantikkur

Hans N. Jacobsen var komin væl til árs, áðrenn hann giftist í USA.

- Ja, tað er løgið, sum lívið lagar seg, og søgan um pápa og mammu er eisini sera áhugaverd, sigur Jennifer við einum løttum tóna og heldur fram

- Ein kann avgjørt siga, at kærleikslívið hjá pápa var fylt við drama og romantikki. Mamma og pápi møttust fyrstu ferð í 1922 ella 23 í San Fransisco á einum møti hjá Frelsunarherinum. Hann fall fyri henni, men av tí at hann var sjómaður, bar illa til at halda sambandið við líka. Mamma giftist einum øðrum í 1927 og flutti eisini til annan bý, men 11 ár og 6 børn eftir tað, doyði maður hennara.

Mamma Jennifer noyddist at flyta aftur til mammu sína í Oregon, men valdi tó at steðga á í San Fransisco í nakrar dagar á vegnum.

- Har gjørdi hon ikki mætari enn at leita pápa upp. Hann var ongantíð vorðin giftur, og nú var kærlekin kveiktur aftur. Eg haldi tó ikki, at eg fari at siga alt her, tí eitt sindur skal jú goymast til lesiupplivilsið, sigur Jennifer at enda.

Bókin verður løgd fram í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnudagin 23. november klokkan 15, har Jennifer eisini signerar bøkurnar.