Hvør skuldi trú tí.........Tann 1. mars 1948 í Lopra, var kona mín og mamma okkara borin í heim. Elst av 10 systkjum. Gunnvør var bert 1 ára gomul tá hon missir pápa sín. Hon kom bert einaferð í samband við pápa sín Gunnar, av tí at han var so sjúkur av tuberklum. Gunnvør vaks upp í Lopra hjá ommuni Augustu, omman sjálv átti 10 børn. Gubbi Gunnvør, Hans Olaf Andersen mammubeiggi, hevur staðið Gunnvør fantastiska nær "sum ein pápi". Tá hini børnini, sum Gunnvør spældi við sum heilt lítil genta, fortaldu, at pápi teirra kemur heim, segði Gunnvør, at gubbi mín kemur heim tá og tá.
Omma Gunnvør lærdi hana alt møguligt, m.a. at binda húkar, fyri at tjena sær nøkur oyru. Gunnvør gekk í skúla úti á Leiti. Sum 16 ára gomul og ein sera vøkur genta (papi fortelur frá), fór hon til Havnar at ganga á Háskúla.
Tað var tá, at hon møtir manni sínum Olaf Justinussen málara, “eg fall pladask fyri hesi vøkru gentu” eftir bert einum hálvum ári eftir at hon er komin til Havnar. Tey giftast í 1966 í Lopra. Saman fáa tey fýra børn, tann fyrsta sonin Gunnar í 1965, síðan dóttrina Ann í 1967, síðan sonin Aron í 1969, og so sonin Garðar í 1974. Tá Mamma okkara bert var 27 ára gomul, áttu tey fýra rollungar.
Kona og Mamma okkara hevur alla okkara tíð verið heimaarbeiðandi, og tað var sera trygt at vita sær, at mamma altíð var heima, tá man kom úr skúla. Hon hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði í heiminum hjá okkum. Tað er beinanvegin, tá man kemur inn um dyrnar, at tað verður serverað fyri okkum.
Gunnvør eigur eisini 9 ommubørn (Gunnar giftur við Margit) Eva, David og (Ann gift við Hans Jacob) Filip, Levi, Jóhannes og (Aron giftur við Vanju) Teitur, Mirjam og (Garðar livur saman við Idu) Ronja, Hanna.
Foreldrini hjá Gunnvør vóru Mary Skaalum (fødd Andersen í Lopra) og pápin, Gunnar Mikkelsen (føddur í Vági), dámdi væl at spæla Harmoniku, sum doyði av tuberkulosu á Sanatoriu í Hoyvík, bert 23 ára gamal.
Foreldrini hjá Mary vóru: Augusta og Anders Andersen Lopra, og foreldrini hjá Gunnar vóru Kristina og Gudmund Mikkelsen í Oyruni.
Pápi okkara og vit systkini við maka og ommubørn, ynskja hervið at gratulera Gunnvør – mammu, konu, sviermor og ommu á hennara 60 ára degi og Harrans signing framyvir. Vit takka fyri alt tað, tú hevur verið og er fyri okkum. Alt tað besta ynskist tær.
Ynskja Olaf, Gunnar, Ann, Aron og Garðar.
Vit ynskja at senda tær hendan vakra sangin:
Mamma mín
Orð: Harry Birtilið Lag: Águst Pétursson
Góða mamma, tú íð lívið gav mær,
aftur koma barndómsdagar ei,
men tey ljósu minni, eg fekk frá tær
vilja lýsa mær á lívsins leið.
Mangar mammur syrgnar heima sita
tí ein sonur gloymdi burtur tær.
Men mín góða mamma tú skalt vita,
at tú stendur hjarta mínum nær.
Meðan tú enn livir, vil eg veita
hesa hjartans tøkk til tín,
og av sonnum skal tú altíð eita:
Heimsins besta mamma, mamma mín.
Og tá lívsins stormar á meg herja
og eg óttafullur standi har
veit eg, tú við bønum meg vilt verja
- móðireygað vekjur yvir mær










