Seinasta átta mánaðirnir hevur filmsverkstaðið VideoPro í Skovlunde uttanfyri Keypmannahavn tugt seg ígjøgnum yvir 500 filmsrullur úr Føroyum, sum eru savnaðar saman í sambandi við verkætlanina Føroyskar Søgur.
Fyri dagliga leiðaran á VideoPro, Michael Vangsen, hevur uppgávan á ongan hátt kenst sum ein herskin biti við skerpikjøti at koma ígjøgnum.
– Eg skal ikki svara fyri mínar starvsfelagar, men eg eri hálvur føroyingur, og tískil hevur uppgávan verið serlig hjá mær. Pápi mín, Ejgil Vangsen, flutti til Danmarkar sum 17 ára gamal, men sum smádrongur plagdi eg javnan at vera í Føroyum og vitja ommu. So fyri meg hevur arbeiði kenst sum ein ferð aftur á slóðina, greiðir Michael Vangsen frá.
VideoPro hevur verið virkið í sjey ár og brúkar Telecine film-skannarar, ið skanna sjálvan filmsstrimmilin – mynd fyri mynd. Hetta gevur eitt munandi betri úrslit samanborið við gamlar mátar at yvirspæla. Eitt nú verða uppruna litirnir varðveittir.
– Eg eri sjálvur bangin fyri, at ting skulu fara í gloymskunnarhav, og tað var orsøkin til, at eg fór undir hetta virksemi, staðfestir Christian Jensby, stjóri og eigari av VideoPro.
– Vit leggja nógvar orku og kenslur í hetta arbeiði, og tað er neyðugt, tí tað eru so nógvar kenslur knýttar at gomlu filmsrullunum, fólk lata okkum upp í hendi at yvirspæla fyri seg. Tað finnast góðar søgur aftanfyri flest allar tær filmsrullur, ið fara ígjøgnum okkara skannarar, og tískil er tað sera gevandi fyri okkum at viðvirkandi til, at hesar søgur fáa møguleika at verða varðveittar fyri eftirtíðina, útgreinar Christian Jensby.
Uni L. Hansen









