Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er opin? - Hon er góð, og eg dugi bara at ímynda mær, at sambandið fer at menna oynna, nú tað verður so lætt at ferðast millum Sandoynna og meginøkið. Tað sigur Jacobina [...] keypast. Hon vísir á, at sum vinnurekandi í Sandoynni verður tað ein lættari gerandisdagur at fáa stóru bilarnar av oynni og í aftur oynna. - Tað var gott, tá bíleggingarskipanin kom, og nú tunnilin kemur, verður [...] sum vinnurekandi og eg sjálv. Tað vil Jacobina Fagradal takka manningini á Teistanum fyri. - Men, hetta við føstum sambandi verður bara nakað heilt annað, sum eg gleði meg til, leggur hon aftrat.
tíðir í frísvimjing og tí kunnu vera so sterkir. Satsar upp á HM Fyri Pál Joensen var FM-kappingin persónliga ein góð kapping, tí hann fekk víst, at hann er komin fyri seg aftur, eftir at hann lá sjúkur [...] skjótt, men ikki fekk nøkur serlig úrslit, tí hann ikki var nóg væl fyri, tá avtornaði. – Tí var tað gott at fáa hesa kappingina, og her gekst mær kanska heldur betur enn væntað. Niðri eri eg til ymsar [...] føroysk met. – Tað er altíð deiligt at fáa eitt herðaklapp og ein heiður, so eg eri fegin um, at eg aftur í ár bleiv kosin ársins svimjari. Og so var tað eisini deiligt at koma heim at síggja øll aftur og tað
gjørdist góð beinanvegin. - Eg vandi teir fram móti einari fimleikaframsýning, og undirtøkan var sera góð. Vit vóru heili 72 mans á liðnum, og til framsýningina vóru 56 mans, sigur Dánjal Húsgarð. Hetta helt [...] sigu Dánjal Húsgarð. Hetta liðið hevði hann heilt fram til hann misti koyrikortið. Men tað var altso av tí, at eg koyrdi ov skjótt, skundar Dánjal Húsgarð sær at siga. Tað var so ein annar, sum tók yvir [...] gjørdist til aðru hvørja viku, sigur Dánjal Húsgarð. Hetta var seinnapartar klokkan 15, og tað vísti seg ikki at vera besta tíðin, og undirtøkan var ikki nakað serligt. - Men nú eri eg pensjóneraður, og
sum er 100 oyru, stoypt í gipsi, sum eru sett fast á stál plátur. - Hetta eru oyru hjá blindum fólki. Tey blindu hava ofta sera góð oyru, og á onkran hátt eru oyruni teirra sjón, greiðir Oggi Lamhauge [...] hav hjá Titu Vinther. Listaverkið er fýra segl, ið eru vovin av menniskjahári. - Mær hevur altíð dámt væl segl, og mær dámar væl sangin Eg sigli fram yvir lívsins hav. Hugskotið aftanfyri listaverkið, [...] ð úr gipsi og stáli. Gipsið er hvítt og viðbrekið, og stálið er hart og kalt. Á henda hátt er tað ein mótsetningur í tilfarinum á listaverkinum. Eitt annað áhugavert listaverk á framsýningini er verkið
politikk aftur. Eg var politikari í næstan 35 ár, og tað var ein góð og spennandi tíð, men tað er farið aftur um nú. Eg eri liðugur við politikk. Nú eri eg skúlastjóri í Klaksvík, og tað dámar mær sera. Eg eri
sum halda, at ein snapsur og ein pilsnari er hóskandi. Soleiðis hevur verið í mong ár og riggar hetta rímuliga væl afturvið. Mær tykist, at vit eru rættiliga siðabundin á hesum øki. Ein skal ikki vera [...] føroyskar rættir og hava hesi á menu-kortinum – hetta gevur vælnøgdar gestir. Gestirnir eiga at hava ein valmøguleika um hvat tey vilja nýta. Allir føroyingar hava góð og hugnalig minnir knytt afturat ræsta kjøtinum [...] kjøti. Tyngdin í ølinum supplerar ræsta smakkin nógv meira enn ein lættur pilsnari. Eitt rúgvusmikið reyðvín, argentinskt t.d., er eisini góð kombinatión við tí ræsta. Eisini ber til at drekka eitt glas
beiðið. Hon var sera hugtikin av hesum spennandi ungdómsarbeiði og við góðari vegleiðing frá KFUK-skótunum í Danmark, sum vórðu stovnaðir í 1919, stovnaði hon so gentuskótarnar í Havn. Ein tíð gekk, áðrenn [...] og holde Spejderloven". Til 50 ára haldið í 1978 varð ein nýggj grein av KFUK-skótum stovnað. Einaferð skóti ? altíð skóti, verður sagt, og hetta hildu eisini nógvar av teimum tilkomnu kvinnunum, sum vóru [...] hildin í KFUK sunnudagin 11. mai 2003. Eftir guðstænastuna í Havnar kirkju var døgurði fyri innbodnum á Hotel Hafnia. Eisini var almenn móttøka í KFUK og legubál á KFUK-trøðni. Kelda: KRUNG 3/2003: Ása Olsen
fótbóltur, og hvørki í 2002 ella 2003 var Vagnur partur av liðnum. - Eg hevði sjálvandi møguleika at forvinna nakað av peningi á sjónum, og tá mær eisini dámdi hetta lívið væl, var avgerðin ikki so trupul at taka [...] tó aftur. Var tað alla tíðina so, at tú hevði ætlanir um at koma aftur? - Sjálvandi. Eg byrjaði so eisini á HF, og tá talan samstundis var um árið, har HB fylti 100, vildi eg gjarna verða ein partur av [...] inn á liðið. Hóast útgangsstøðið var í miðverjuni, so hevði hann ofta hug at koma framvið, fyri á tann hátt at skapa vandastøður. Og eisini við deyðbóltum var hann ein stór hóttan. Beint í landsliðshitan
eisini náa. Tað var ofta ein tungur róður at rógva og ofta breyt í bæði borð, men Tórálvur góði, tú gavst ikki, tað var ikki altíð stuttligt hjá tær at verða formaður í AB. Tað eru nógv góð minnir ið renna [...] venjari hjá tí eldra soninum hjá mær, sum tá bert var 8 ára gamal. Vit sum fylgdu við, bæði til venjing og dystir sóu skjótt, at Tórálv brendi fyri, at venja dreingirnar og var somuleiðis sera góður við teir [...] hava nógv við hvønn annan at gera. AB var tá í 2. deild, so tað var langt á mál. Nevdin í AB og Stuðlafelagnum tóku arbeiði í størsta álvara, og við Tórálvi á odda var gongd sett á arbeiði. Tí vit vistu,
hátturin. - Eg føldi, at tað var mær, tað var galið við, men eg var so tilvitað um at koyra varliga í hálkuni, og kortini gekk tað galið. Hjá okkum var tað bara so óheppið, at ein mótkoyrandi bilur kom, heldur [...] Annleyg frá. Katrina var elsta systirin, 19 ár, harnæst kom Annleyg, sum var 13 mánaðir yngri. Tær áttu ein beiggja, Agnar, sum tá var 15 og eina lítlasystur, Rannvør, sum bert var fimm. Tey trý elstu systkinni [...] rullaði ikki runt. Tað var bara ferðafólkasíðan, sum var farin. Hon var buglað næstan heilt inn í miðjuna á baksetrinum. Ferðafólkasíðan framman var eisini buglað inn, og tað var nokk farið av autoverjuni