Pál vann 14 gull

Framvegis er eingin yvir ella við síðuna av Pál Joensen, men teir, sum eru í hølunum á honum, taka seg alsamt nærri, so okkara besti svimjari væntar ikki, at tað verður líka lætt at vinna øll gull­merkini aftur næsta ár

Hóast hann nú búleikast, venur og svimur niðri, so slapst heldur ikki hesaferð undan honum, tá heiðurin sum ársins svimjari skuldi av­greiðast, tí 22 ára gamli Pál Joensen setti aftur í ár eina tjúkka striku undir, at hann er okkara nógv besti svimj­ari. Hesaferð vann hann 14 gullmerki og setti tvey før­oysk met.
– Tað er altíð deiligt at fáa eitt herðaklapp og ein heiður, so eg eri fegin um, at eg aftur í ár bleiv kosin ársins svimjari. Og so var tað eisini deiligt at koma heim at síggja øll aftur og tað heila, sigur Pál, sum longu leygardagin setti kósina niðuraftur, eftir at hann hevði kastað eitt sindur av sínum stjørnudusti yvir FM-kappingina í Havn.

Góða mótstøðu
– Eg eri sjálvandi nøgdur við tað, eg fekk burturúr, men so má eg eisini siga, at teir yngru geva mær alsamt størri mótstøðu, og tí verður tað tyngri og tyngri hvørja ferð at vinna á teimum. Um eitt ár verður tað so avgjørt ikki lætt hjá mær at taka tað gullið, eg fegin vil vinna í FM.
At fleiri av teimum yngru kunnu bjóða av, er hinvegin nakað, Pál sær sum eina náttúrliga gongd, og hann fegnast eisini um, at hann fær harðari kapping frá teimum yngru svimjarunum.
Eitt nú vísir hann á, at Óli Mortensen og Alvi Hjelm eru stinnir í hansara egnu yndisgreinum, umframt at lítlibeiggin, Eyðbjørn, er góð­ur á styttru teinunum og Markus Joensen á millum­tein­unum, og so er Bartal Hestoy sterkur í teimum grein­um, sum eru torførar at svimja.
– Ja, tað er bara eitt gott tekn, at teir leggja trýst á meg, og um eg hevði blivið við at vunnið, sum eg gjørdi fyri fýra ella fimm árum síðani, so hevði tað jú ikki verið nakað, nakar av okkum hevði verið glaður fyri og nøgdur við. So tað er bara gott, at teir anda meg í nakkan, sigur Pál, sum við sínum tilsamans 17 føroysku metum er tann, hinir helst vilja vinna á.
– At fleiri av hesum ungu kunnu bjóða av, stendst ikki minst av, at teir nú eru komnir so langt, at teir eru farnir at spesialisera seg, so teir byrja at finna sínar bestu teinar. Tí ivist eg eisini í, um eg sleppi at eiga øll hesi før­oysku metini næsta ár, og tað ber heldur ikki til, at ein langteinari bara kann koma og vinna tað heila.
Eisini fegnast hann um ta framgongd, hann sær í Suðuroyar Svimjifelag, har hann gjørdi góðan mun í bland­aðu stafettini, men annars kundi síggja hinar »Beiggjarnor« klára seg fínt, tí talan er um eitt ungt og breitt lið, har eitt nú allir hava sera góðar tíðir í frísvimjing og tí kunnu vera so sterkir.

Satsar upp á HM
Fyri Pál Joensen var FM-kapp­ingin persónliga ein góð kapping, tí hann fekk víst, at hann er komin fyri seg aftur, eftir at hann lá sjúkur undan Danish Open í apríl, tá hann annars hevði væntað at svomið skjótt, men ikki fekk nøkur serlig úrslit, tí hann ikki var nóg væl fyri, tá av­torn­aði.
– Tí var tað gott at fáa hesa kappingina, og her gekst mær kanska heldur bet­ur enn væntað. Niðri eri eg til ymsar kappingar her og har, og seinni í hesum mán­að­inum skal eg á eina longri venjingarlegu. Annars er HM-kappingin í summar tann næsta stóra kappingin, eg satsi uppá, sigur ársins svimjari hjá monnum.