Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er opin?
- Hon er góð, og eg dugi bara at ímynda mær, at sambandið fer at menna oynna, nú tað verður so lætt at ferðast millum Sandoynna og meginøkið.
Tað sigur Jacobina Fagradal á Sandi, sum rekur fyritøku saman við manni sínum, Finnleifi Fagradal.
Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna?
- Tá eg hugsi um teir tunlar, sum eru komnir undan Sandoyartunlinum, so vænti eg, at fólkatalið í oynni fer at veksa, tí her eru fleiri grundstykkir, sum kunnu keypast.
Hon vísir á, at sum vinnurekandi í Sandoynni verður tað ein lættari gerandisdagur at fáa stóru bilarnar av oynni og í aftur oynna.
- Tað var gott, tá bíleggingarskipanin kom, og nú tunnilin kemur, verður alt bara lættari.
##med2##
Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður?
- Nei, tað tími eg ikki at hugsa um. Eri ovurfegin um, at tey ungu koma aftur í oynna.
Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð?
- Ja, tað fari eg. Vit hava fingið eina sera góða tænastu frá manningini, bæði sum vinnurekandi og eg sjálv.
Tað vil Jacobina Fagradal takka manningini á Teistanum fyri.
- Men, hetta við føstum sambandi verður bara nakað heilt annað, sum eg gleði meg til, leggur hon aftrat.