Framsýningin er eitt samstarv millum framsýnginarbólkin Dyr, ið er myndaður av Titu Vinther, Astrid Andreasen og Guðrið Poulsen og tey trý listafólkini Maritu Nattestad, Oggi Lamhauge og Tummas Jákup Thomsen.
- Vit kalla tað Opnar dyr, tí vit eru opnar fyri samstarvi við onnur listafólk, serliga nú so nógv er vorðið smekkað við dyrnum í listaheiminum í seinastuni, siga Guðrið Poulsen og Tita Vinther.
Oggi Lamhauge hevur gjørt eitt listaverk, sum er 100 oyru, stoypt í gipsi, sum eru sett fast á stál plátur.
- Hetta eru oyru hjá blindum fólki. Tey blindu hava ofta sera góð oyru, og á onkran hátt eru oyruni teirra sjón, greiðir Oggi Lamhauge frá.
Hann fer at hanga pláturnar upp undir loftið sum eina súlu, og tær fara eisini at koma niður á gólvið og liggja í fýra ættir.
- Eg havi valt at gera listaverkið úr gipsi og stáli. Gipsið er hvítt og viðbrekið, og stálið er hart og kalt. Á henda hátt er tað ein mótsetningur í tilfarinum á listaverkinum.
Eitt annað áhugavert listaverk á framsýningini er verkið Fram yvir lívsins hav hjá Titu Vinther. Listaverkið er fýra segl, ið eru vovin av menniskjahári.
- Mær hevur altíð dámt væl segl, og mær dámar væl sangin Eg sigli fram yvir lívsins hav. Hugskotið aftanfyri listaverkið, er at tað skal vera lívsins hav, og tá helt eg, at tilfarið mátti vera fólkahár, greiðir Tita frá.
Hárið til listaverkið hevur hon fingið frá hárfríðkanarstovum í øllum landinum, og tilfarið til seglini var 12 kilo av hári, sum Tita hevur spunnið til garn.
- Tað eru fýra segl, og uppsetingin ger, at seglini kundu passa til eitt far. Eg havi ikki gjørt seglini so tey skulu svara til eitt ávíst slag av skipi, tey skulu vera til lívsins far. Framsýningin letur upp leygardagin 7. oktober kl. 16, tá Tóri Restorff Jacobsen fer at spæla brot úr cello-suitu eftir Bach. Framsýningin er opin til 22. oktober.