Ein nýmótans verjuleikari

Uttan nakað stórvegis hóvasták spældi Vagnur Mohr Mortensen seg í fjør inn í bæði HB-verjuna og landsliðshitan. Eisini hóast honum dámar best longur frammi á vøllinum

HB

Tey, sum hava fylgt við yngru deildunum hjá HB seinastu árini, mundu sjáldan vera í iva um, at Vagnur Mohr Mortensen fór at teljast millum teirra, sum í framtíðini fóru at mynda besta liðið hjá HB.
Longu í 1999, tá hann var 16 ára gamal, fekk Vagnur eisini fyrsta dystin á besta liðnum, og síðani gekk tað fyri mesta eftir ætlan. Hann beit seg alt meira fastan í hópin, og í 2001 varð hann at kalla roknaður millum stuðulsleikararnar á liðnum.
Valdi sjógvin framum
Men so steðgaði upp. Hugurin at royna sjólívið taldi meira enn fastland og fótbóltur, og hvørki í 2002 ella 2003 var Vagnur partur av liðnum.
- Eg hevði sjálvandi møguleika at forvinna nakað av peningi á sjónum, og tá mær eisini dámdi hetta lívið væl, var avgerðin ikki so trupul at taka.
Men í fjør byrjaði tú tó aftur. Var tað alla tíðina so, at tú hevði ætlanir um at koma aftur?
- Sjálvandi. Eg byrjaði so eisini á HF, og tá talan samstundis var um árið, har HB fylti 100, vildi eg gjarna verða ein partur av hesum. Og ta avgerðina havi eg so ongantíð angra, kann eg leggja afturat, sigur hann.
Og tað gekk eisini við rúkandi ferð, tá hann nú sum 21 ára gamal fyri aðru ferð skuldi vinna seg inn á liðið. Hóast útgangsstøðið var í miðverjuni, so hevði hann ofta hug at koma framvið, fyri á tann hátt at skapa vandastøður. Og eisini við deyðbóltum var hann ein stór hóttan.
Beint í landsliðshitan
Fortíðin á yngru liðunum sum miðvallar- og álopsspælari hevur eisini fínpussað fótbóltsligu dygdirnar, og hetta sampakkaði væl við fótbóltshugsjónina hjá landsliðsvenjarunum. Somikið væl, at hann í juni mánaði varð skrásettur fyri sín fyrsta A-landsdyst.
- Tað var so als ikki nakað, sum eg hevði hugsað um, tá eg fór í holt við fótbóltin aftur, men sjálvandi var tað ein stuttlig uppliving. Samstundis vil eg tó siga, at tað ikki er nakað, sum eg soleiðis gangi og hugsi um. Hjá mær er tað fyrst og fremst HB, sum telur.
Men tað skerst ikki burtur, at nakrir av verjuleikarunum á landsliðnum eru farnir at eldast. Røkka ambitónirnar ikki til at avlosya hesar, tá tíðin er búgvin til tess?
- Bæði og. Tað er sjálvandi stórt at spæla á landsliðnum, men tað ringasta eg veit, er at sita á beinkinum. Og realistiskt sæð, so verður tað nokk leikluturin í landsliðshøpi í hvussu so er eini tvey-trý ár afturat. So tað er ikki tað, sum eg hugsi mest um. Men verði eg boðsendur til hópin, so taki eg sjálvandi av, staðfestur hann.
Málið er greitt
Her og nú staðfestir Vagnur tó, at tað ræður um at koma í nóg góða venjing til landskappingarbyrjan. Ikki minst eftir at eina skaði í rygginum helt honum burtur frá liðnum seinastu dystirnar í fjør.
- Eg valdi at halda fullkomuliga frí frá fótbóltinum í vetur, so eg kundi koma ordiliga fyri meg aftur. Tað viðførdi so eisini, at eg gav avboð til landsliðsvenjingar, tí eg vildi ikki geva eina vánaliga mynd av mær sjálvum, tá venjingarstøðan ikki var nóg góð. Nú er formurin tó um at vera har, og so er tað nógv hugaligari at spæla.
Verður hugt at hópinum hjá HB, so hevur liðið mist nakrar av stuðulsleikarunum frá í fjør, men hóast hetta, so ivast Vagnur ikki, tá vit spyrja um málsetningin.
- Í HB fara vit altíð eftir gullinum, og eg haldi eisini, at vit hava møguleikan. Sjálvandi eru nakrir profilar farnir av liðnum, men teir yngru leikararnir eru eisini búnaðir eitt ár. Ikki minst rokni eg við, at Rókur kann gerast ein berandi spælari í ár.
- Og so hava vit eisini havt nakað av tilgongd. Jóhannis og Hans eru komnir aftur til felagið, og tað fer avgjørt at økja um kappingina um plássini.
Sjálvur hevur Vagnur í venjingardystunum spælt á miðvøllinum, og hann dylir ikki fyri, at hetta hóvar honum væl.
- Tað er sjálvandi ein avbjóðing at spæla í verjuni, men á miðvøllinum ert tú meira við í framrættaða spælinum. Eg havi tað nú einaferð so, at eg vil heldur vera við til at skjóta mál, enn at forða fyri málum. Men venjarin eigur sjálvandi seinasta orðið, so vit fáa at síggja, hvat tað verður til, sigur hann at enda.