sínum nýggja felagi, LÍF, ímóti KÍ. Á danmarkarferðini fekk Meinhard Joensen møguleika at vísa síni málmansevni, og tað verður mett, at hann fer at geva Gunnari á Steig kapping um plássið ímillum stólparnar [...] stólparnar. Ein gamal kenningur er komin afturat hjá KÍ. Tað er Allan Joensen, sum er farin at spæla aftur. Hann kennir einki til beinskaðan, sum meiri og minni hevur hildið honum burtur frá fótbólti á hægsta stigi [...] høvdu vónað at fáa Magna á Lakjuni at hjálpa sær eftir summarfrítíðina, men nú er greitt, at hann fer til HB, tá hann um tvær vikur kemur til Føroya. Men teir fáa hjálp frá einum øðrum góðum manni tvey tey
verður tónleikur: Klaksvíkar Hornorkestur, Blátt, Dynamit, Pætur við Keldu Torkil Mørkøre, Jógvan Andreas Joensen, Ólavur Klakk and his Dirty Rag Rags, Millum Frændir, I Am og Aria. Karl Martin Samuelsen syngur
er, at hann er málsøkin, og eitt annað er, at mótstøðumenninir hava so stóra virðing fyri honum ? eisini tá hann ikki er so væl fyri, sum hann onkuntíð hevur verið ? at teir seta tveir menn á hann. Bara [...] liðnum, liðformaðurin og miðverjin Torstein Joensen, seks minuttir undan leikloki noyddist av vøllinum. Í nærdysti fekk hann so mikið stóran skaða í beinið, at hann fekk ikki spælt meiri, og seinni vísti tað [...] seg, at okkurt er brotið. Torstein Joensen skuldi á Klaksvíkar sjúkrahús í gjár. Tað ganga ivaleyst fleiri vikur, áðrenn hann aftur verður at síggja á vøllinum ? um hann yvirhøvur verður við aftur í ár.
eitt frágera gott mál. Í 2. hálvleiki var B71 nógv betri við, og Rúni Joensen, málverjin hjá GÍ, slapp at royna seg nakrar ferðir. Hann kundi kortini einki gera við brotssparkið, sum Eli Hentze setti í netið [...] Hentze. Bæði sum undangongumaður í stríði og samskipan, og aftur hesa ferð var sjón fyri søgn, at hann eisini er vandamiklasti málskjúttin. At Eli noyddist at fara av vøllinum, tá tað restaði eitt korter [...] var fyrstur á og skoraði. Heimaliðið, sum var sera tamt fyrrra umfarið, hevði bara ein møguleika, og hann skoraðu teir uppá. Eftir horna úr vinstru og tvær ferðir út frá endaði bólturin hjá Eli Hentze, sum
verið í álopinum, á vongverjanum. Klaksvíkingar høvdu gott fólk: Meinhard Joensen var í málinum, og frammanfyri seg hevði hann millum aðrar Niclas Niclasen í verjuni, Fríðin Ziskason á miðvøllinum, og [...] hálva tímanum var tørnið komið til Olgar Danielsen at sekta liðfelagarnar, sum als ikki vildu hava hann á málskjúttaralistan. Uppspælið líktist tí fyrru ferðina, men hesa ferð var Kristian Eliasen hjálpari [...] ongantíð spennandi, tí bara tveir minuttir seinni økti Poul Suni Dam. Olgar Danieslen lá niðri, tá hann megnaði at skumpa bóltin til liðformannin. Komandi vikuskifti skal LÍF í Gundadal, og tað verður torført
ein bólt inn í brotsteigin hjá B36, har veteranurin Hartvig Joensen fekk ein púra blankan skallara fyri opnum máli, men ólíkt honum skallaði hann væl oman fyri málið. B36 vann 1-0, sigurin var eisini uppiborin [...] einar 10 minuttir fyri hálvleik rak fram eftir HB hálvuni, og komin nær brotsteiginum hjá HB smekkaði hann til, men bólturin fór beint oman fyri málið. Stutt fyri hálvleik fekk B36 enn ein møguleika, tá annar [...] inn í brotsteigin hjá HB. Bólturin ferðast aftur og fram millum vinir og fíggindar, og einaferð er hann um at fara um málstrikuna, men verjuleikari hjá HB fær tó sparkað bóltin, men rakar beint í innskifta
úrslitið, og stórsigurin hjá GÍ var alt annað enn tilvildarligur. Sámal og hinir Sámal Joensen var væl upplagdur, og hann fekk eisini trý av málunum hjá heimaliðnum og legði upp til eitt afturat. GÍ og Sámal [...] NSÍ-hálvuna, nakað úti í vinstru álopssíðu hjá GÍ. Kári Hansen tykist hava tamarhald á, men Sámal Joensen trýstir hann, og afturleggingin til málmannin verður alt ov spakulig. Sámal fær fatur á bóltinum og sendir [...] aftur Sámal Joensen, sum hesaferð varð spældur púra leysur tætt inni undir málinum. GÍ hevði eisini onkra roynd, sum endaði á træverkinum. NSÍ glepsaði eisini í løtum, og Sunnvard Joensen ? var ótryggur
millum annað við sær, at Óli Johannesen spældi á aftasta manni móti VB, meðan vanligi sóparin Pól F. Joensen varð fluttur longur fram í verjuna. Hetta riggaði væl, og TB-verjan, sum hevur verið størsti trupulleiki [...] Milan Culjic, sum ikki er av hepnastu fótbóltsspælarum, keikti sær fótin aftur beint áðrenn hálvleik. Hann kundi ikki spæla meir, og so noyddist málslúkarin hjá VB, Jón Pauli Olsen, aftur á miðvøllin, meðan [...] noyddist aftur á miðjuna. Spælandi venjari uttan spæliloyvi Ein annar áleypari sat á bonkinum hjá VB, men hann kundi ikki spæla við. Tað er nýggi venjarin Krzystof Popczynski, sum er komin úr Esbjerg at avloysa
René Hansen, sum vann kappingina seinasta ár, men tað er óvist, um hann fer at verja heitið ár, sigur Leo Poulsen. ? Hann sigur at hann hevur ilt í rygginum. Onnur tiltøk Sum verða mann, so eru eisini onnur [...] hjá Ova Joensen yvir hav var at enda komin og tað var nógv hóvasták gjørt burturúr hesi stórhending. Sum flest øllum kunnugt setti Ovi sær fyri at útvegað børnunum í Nólsoy ein svimjihyl, men hann náddi [...] náddi ikki málinum áðrenn hann fór hiðani. Men í Nólsoy býr nógv gott fólk, og tey hava tí tikið seg saman til at útvegað peningin, sum skal til fyri at fáa eina svimjihøll í bygdini. Í tí sambandinum skipað
til at taka fiskiskapin eftir ídnaðarfiski undir Føroyum uppaftur. So greiður er Heini O Heinesen. Hann vísir á, atídnaðarskipini góvust at fiska grundað ringari samvitsku, tí ov nógvur hýsu og upsamurtur [...] at fiskiskapurin eftir ídnaðarfiski varð totalbannaður undir Føroyum. Heini hevur eisini loysnina, hann loysir Gordiska knútin. At fiska tey 30.000 tonsini undir Føroyum, sum fiskifrøðingarnir ráða til [...] til, kann ikki koma uppá tal. Húkamenn siga hettar er skaðiligt fyri fiskastovnin undir Føroyum, men hann heldur, at vit eiga stóra kvotu í ES sjógvi, sum vit kunnu fiska. Eftir hesum úttalilsi, má hugburðurin