nú við Portalin, at grindin er komin nakað inn um Elduvíksnes, og at einir seks bátar eru hjá henni. Hann heldur, at líkindi eru at reka grindina inn á Funningsfjørð. - Vit hava skilt, at bólkurin er blandaður [...] Portalurin frættir beint nú, at tað er grind í Funningsfirði. Hvar grindin er, og hvussu nógvir hvalir talan er um, vita vit ikki í løtuni. Portalurin fer at fylgja við málinum. Nýggjasta: Andreas Hammer [...] leggur Andreas Hammer aftrat. Um 10-tíðina í morgun fór ein bátur av Funningsfirði, og hildið verður, at tað er hesin báturin, sum hevur funnið grindina.
nøkur nøsvn, sum sambært fjølmiðlunum fara at standa á listanum. Tað er greitt, at Helle Thorning-Schmidt verður forsætisráðharri, og so vænta fjølmiðlarnir, at tann radikali formaðurin, Margrethe Vestager [...] Fleiri viðmerkjarar hava víst á, at tann 58 ára gamli Villy Søvndal dugir ikki nóg væl enskt til at røkja uttanríkismál, men tað hevur kortini verið greitt leingi, at hann skuldi umsita uttanríkismál. [...] Vestager, verður búskaparmálaráðharri, og at SF-formaðurin, Villy Søvndal, verður uttanríkisráðharri. Onkrar keldur vilja vera við, at uttanríkisráðið verður býtt sundur, so onkur annar enn Villy Søvndal skal
tiltakinum. Umframt at fylgja við danska og føroyska valinum, so ætlar MFS eisini at hjálpa lesandi í Danmark við at skráseta seg til løgtingsvalið, sum verður í heyst. MFS sigur, at lesandi kunnu taka [...] tað 63 føroyingar í Keypmannahavn, sum fara at hyggja eftir føroyska og danska fólkatingsvalinum hósdagin. Haraftrat eru tað 106 føroyingar, sum møguliga velja at luttaka hetta kvøldið - í øllum førum um [...] Føroyingahúsið, og síðani hevur MFS alla aðra útgerð, sum skal til. Haraftrat sigur MFS, at Heini Davidsen fer at siga frá stuttligum føroyskum fólkatings-røvara søgum.
ðharrin, Naoto Kan, segði í kvøld, at myndugleikarnir eru farnir undir at flyta fólk burtur frá kjarnorkuverkinum í Fukushima. Orsøkin er, at kanningar hava víst, at geislavirknið í økinum rundan um verkið [...] Tíðindastovan Jiji skrivar, at í fyrsta umfari er avgjørt at flyta tey burtur, sum búgva minni enn 10 kilometrar frá verkinum. Ein onnur tíðindastova, Kyodo, skrivar, at í einum eftirlitsrúmi inni á sjálvum [...] heilar 1.000 ferðir størri enn vanligt. Nakrar tímar frammanundan høvdu myndugleikarnir annars sagt, at tey, sum búðu meiri enn tríggjar kilometrar frá kjarnorkuverkinum í Fukushima, kundu kenna seg trygg
heildarmeting av upplýsingunum í ætlanunum, mett, at spillivatnsskipanirnar í kommununum fara at lúka ásetingarnar í spillivatnskunngerðini. Hetta merkir, at spillivatnsætlanirnar m.a. fevna um spillivatn [...] Umhvørvisstovan metir, at spillivatnsskipanirnar í kommununum fara at lúka ásetingarnar í spillivatnskunngerðini Fyrstu kommunur, sum hava fingið góðkenda spillivatnsætlan eru Vestmanna og Hovs kommunur [...] kommunur. Hetta merkir, at kommunurnar nú eru farnar undir eitt miðvíst arbeiði komandi fýra árini við at leiða spillivatnið burtur frá áum og øðrum økjum og út á sjógv við góðum vatnskifti. Umhvørvisstovan
broytingar í veðurlagnum, sum gera, at jøklarnir minka. Hann leggur afturat, at hvørva teir meksikonsku jøklarnir, verður tað heitari í landinum, umframt at broytingarnar fara at ávirka vistfrøðina í økinum. [...] Vísindafólk í Meksiko siga nú, at jøklarnir har minka skjótari, enn vísindin hevur hildið, og at teir báðir jøklarnir, sum eru eftir, hvørva innan 40 ár. Annar jøkulin er uppi á gosfjallinum Iztaccihuati [...] Kanningar vísa, at jøkulin er minkaður nógv tey seinnu árini. Tað kavar sjáldan har, og nú er ymiskur gróður á støðum, sum fyrr lógu undir ísi. Vísindamaðurin Hugo Delgado sigur við fjølmiðlarnar, at tað er uttan
heldur siga, at eg fari at stilla uppaftur, sigur maðurin, sum bæði hevur verið løgtingsmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum fyri Sambandsflokkin. Bárður Nielsen sigur, at fer hann at stilla uppaftur [...] løgtings-og landsstýrismaður, vísir ikki aftur, at hann stillar upp til komandi løgtingsval. Í samrøðu við Sosialin, sum kemur á gøturnar í dag, sigur Bárður Nielsen, at hann ikki hevur tikið nakra endaliga støðu [...] uppaftur, verður tað tí, at hann hevur nakað upp á hjartað - og at hann tá heldur seg kunna ávirka mál rætta vegin, sum hann tekur til í samrøðu við Sosialin.
Jose Socrates, hóttir við at fara frá við allari stjórn síni, um tjóðartingið noktar at taka undir við einum kreppupakka hjá stjórnini. Alt bendir á, at forsætisráðharrin fer at gera álvara av hóttanini [...] andstøðan er ímóti kreppupakkanum, sum millum annað fer at hava við sær, at pensjónirnar minka. Portugal hevur ovurstórar búskaparligar trupulleikar at dragast við, og stjórninn hevur samtykt umfatandi tiltøk [...] tiltøk, sum skulu venda gongdini. Eydnast tað ikki, noyðist landið at biðja ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin um hjálp, og tað verður ikki treytaleyst. Leggur stjórnin hjá Jose Socrates frá sær, verður val
kært seg um, at NATO-flogførini gera alt ov lítið fyri at steðga herinum hjá Muammar Gaddafi, men nú er líkt til, at okkurt fer at henda. Bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, sigur, at NATO skal [...] afturat teir seinastu dagarnar, sigur Hague og leggur afturat, at tað hevði nú verið gott, um onnur lond høvdu gjørt tað sama. Hann vil vera við, at loftálopini hjá NATO hava bjargað fleiri túsund mannalívum [...] herðaálopini á Libya fyri at noyða stýrið hjá Gaddafi frá. Tað sama segði franski uttanríkisráðharrin, Alain Juppe, í gjár. -Vit muhu halda fram og herða okkara atgerðir, og tí hevur Bretland sent fleiri
pening til at fíggja valstríðið við., og eygleiðarar vænta, at næsta valstríðið verður tað dýrasta í USA nakrantíð. Sjálvur hevur Obama ikki sagt nakað um, at hann fer undir valstríðið nú, og embætismenn [...] hansara siga, at forsetin hevur ikki tikið støðu til, nær hann skal fara til verka. Men teir politisku eygleiðararnir í Washington siga, at forsetin hevur longu fyrireikað seg, og at búskapur, orka og [...] forseti, at lata almennu valnevndini tey neyðugu skjølini, og so fer hann undir valstríðið til forsetavalið, sum verður í 2012. So skjótt valnevndin hevur fingið skjølini, fer Obama undir at savna pening