Portugal nærkast stjórnarkreppu

Portugisiski forsætisráðharrin, Jose Socrates, hóttir við at fara frá við allari stjórn síni, um tjóðartingið noktar at taka undir við einum kreppupakka hjá stjórnini. Alt bendir á, at forsætisráðharrin fer at gera álvara av hóttanini. Hann stendur á odda fyri einari minnilutastjórn, og øll andstøðan er ímóti kreppupakkanum, sum millum annað fer at hava við sær, at pensjónirnar minka.

Portugal hevur ovurstórar búskaparligar trupulleikar at dragast við, og stjórninn hevur samtykt umfatandi tiltøk, sum skulu venda gongdini. Eydnast tað ikki, noyðist landið at biðja ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin um hjálp, og tað verður ikki treytaleyst.

Leggur stjórnin hjá Jose Socrates frá sær, verður val um tveir mánaðir.