Vísindafólk í Meksiko siga nú, at jøklarnir har minka skjótari, enn vísindin hevur hildið, og at teir báðir jøklarnir, sum eru eftir, hvørva innan 40 ár. Annar jøkulin er uppi á gosfjallinum Iztaccihuati, sum hevur ligið í dvala í mong ár. Kanningar vísa, at jøkulin er minkaður nógv tey seinnu árini. Tað kavar sjáldan har, og nú er ymiskur gróður á støðum, sum fyrr lógu undir ísi.
Vísindamaðurin Hugo Delgado sigur við fjølmiðlarnar, at tað er uttan iva broytingar í veðurlagnum, sum gera, at jøklarnir minka. Hann leggur afturat, at hvørva teir meksikonsku jøklarnir, verður tað heitari í landinum, umframt at broytingarnar fara at ávirka vistfrøðina í økinum.










