Portalurin frættir beint nú, at tað er grind í Funningsfirði. Hvar grindin er, og hvussu nógvir hvalir talan er um, vita vit ikki í løtuni.
Portalurin fer at fylgja við málinum.
Nýggjasta:
Andreas Hammer í Funningsfirði sigur beint nú við Portalin, at grindin er komin nakað inn um Elduvíksnes, og at einir seks bátar eru hjá henni. Hann heldur, at líkindi eru at reka grindina inn á Funningsfjørð.
- Vit hava skilt, at bólkurin er blandaður við grindahvali og springarum, leggur Andreas Hammer aftrat.
Um 10-tíðina í morgun fór ein bátur av Funningsfirði, og hildið verður, at tað er hesin báturin, sum hevur funnið grindina.