Higartil eru tað 63 føroyingar í Keypmannahavn, sum fara at hyggja eftir føroyska og danska fólkatingsvalinum hósdagin.
Haraftrat eru tað 106 føroyingar, sum møguliga velja at luttaka hetta kvøldið - í øllum førum um vit trúgva Facebook bólkinum.
Tað er MFS í Keypmannahavn, sum skipar fyri tiltakinum.
Umframt at fylgja við danska og føroyska valinum, so ætlar MFS eisini at hjálpa lesandi í Danmark við at skráseta seg til løgtingsvalið, sum verður í heyst.
MFS sigur, at lesandi kunnu taka sítt lestrarkort við í Føroyingahúsið, og síðani hevur MFS alla aðra útgerð, sum skal til.
Haraftrat sigur MFS, at Heini Davidsen fer at siga frá stuttligum føroyskum fólkatings-røvara søgum.









