Obama fer undir valstríðið

Í næstu viku fer Barack Obama, forseti, at lata almennu valnevndini tey neyðugu skjølini, og so fer hann undir valstríðið til forsetavalið, sum verður í 2012. So skjótt valnevndin hevur fingið skjølini, fer Obama undir at savna pening til at fíggja valstríðið við., og eygleiðarar vænta, at næsta valstríðið verður tað dýrasta í USA nakrantíð.

Sjálvur hevur Obama ikki sagt nakað um, at hann fer undir valstríðið nú, og embætismenn hansara siga, at forsetin hevur ikki tikið støðu til, nær hann skal fara til verka. Men teir politisku eygleiðararnir í Washington siga, at forsetin hevur longu fyrireikað seg, og at búskapur, orka og útbúgving verða hansara høvuðsøki í valstríðnum.