Hetta var møguliga ein spurningur um at taka ein tjans ? at váða nakað ? um at leypa út í tað, tí ikki var lætt at koma aftaná væleydnaða GFestivalin, sum dróg til sín túsundatals ungfólk úr øllum landinum [...] nir víst, at teir eiga bæði vilja og hegni til at fylla ein festivalkarm út. Tað gekk eisini sum smurt at skifta millum tveir pallar. Men fyrireikararnir hava so eisini dugað nakað annað: at skipa ein [...] røttum bera ótta fyri, at hetta skuldi enda sum ein fiasko, nú tað kann vera so ringt at endurtaka eina succes á øðrum festivali.Onkur man hava spurt seg sjálvan, um tað ikki var við at koma inflatión í festivalar
eru sera vónbrotnir av, at Teistin ikki er farin at sigla um Skopunarfjørð seint á kvøldi. ?Hóast Løgtingið hevur játtað eina millión eyka til hea rutuna, við teirri ætlan, at byrjast skuldi tann 1. juni [...] eftir at Sosialurin var farin til prentingar seinnapartin mánadagin. Gerhard Lognberg sigur, at tá peningurin varð játtaður Strandferðsluni til ein eykkatúr um Skopunarfjørð, varð roknað sum givið, at talan [...] seint á kvøldi. Men nú frættist, at hoyringarskriv verður sent út, har ymsir møguleikar verða nevndir. Ein er, at siglast skal klokkan 20.15 alt árið, ella í øðrum lagi at gera ein túr eftir tilkalling klokkan
vónað, at vit fóru at vinna róðurin, so vit kundu koma tvey stig nærri teimum. So vit vórðu rættuliga bilsnir, men sjálvandi var hatta avbera gott. Vit høvdu so í øllum førum ikki væntað, at tað fór at fella [...] munin ímillum at rógva 2.000 og 1.000 metrar. ? Á 1.000 metrum ber næstan ikki til at vera taktiskur, tað er jú nærum alt ein spurtur, sum tað er, greiðir hann frá. Hann heldur fram, at tá róð verður á [...] eru farnir afturum, so ber til at heinta nógv innaftur. ? Á 1.000 metrum ræður sanniliga um at halda høvdið kalt. Um starturin kiksar, so kann tað vera nóg mikið til, at ein manning ongantíð kemur fyri
er eisini til at taka sær eitt sindur av løttum. Í gjár seinnapartin skuldu donsku fótbóltsmeistararnir ein túr við Norðlýsinum, og ætlanin var at vita, um tað ikki fór at eydnast teimum at fáa eitt kók [...] n. Ikki nóg gott Sum vera man, var Todi Jónsson misnøgdur við, at FC Keypmannahavn noyddist at lúta fyri KÍ. - Sjálandi er tað øðrvísi at spæla á graslíki enn á grasi, og tí skuldu vit venja okkum við [...] í hálvleikinum skifti FCK at kalla alt liðið út, eisini Toda. Teir 45 minuttirnar, ið Todi fekk á vøllinum, var onkuntíð nær við, at hann fekk skorað, men tað bleiv við tað. At áskoðararnir í Klaksvík høvdu
segði landsstýrið seg kunna gera uttan at neyðugt fór at verða við sparingum á fíggjar-lógini, og uttan at skattur og avgjøld fóru at hækka. Uppskriftin var, at vit skuldu avtala eina skiftisskipan, har [...] prosessin skuldi vera so løtt at gjøgnumføra, at meðan blokkstuðulin fjaraði burtur, skuldi skiftistíðin eisini brúkast til at útbyggja samfelagið á øllum økjum. Pengar fóru ikki at mangla. Skjótt hvønn vegin [...] hevur verið fyri okkum føroyingar. Alt skuldi vera so lætt í 1998. Vit fingu at vita, at nú høvdu vit "ein søguligan møguleika" at standa á egnum beinum. Heildarveitingin úr Danmark, skuldi ikki vera til nakra
syndir? Tann, sum heldur, at hann ger Guði eina tænastu við einum slíkum framferðarhátti, kann lættliga koma so fyri, at Guð sigur: »Eg kenni tykkum ikki«. Tað er tíð uppá at gevast at langa út eftir fólki [...] tíðini hjá einari dóttur at koma fyri eyguni á foreldrunum við einum leysingaunga, tað var at møta til dóms?« Ella søgan hjá Dagmar Næs Joensen um Rannvu o.s.fr. Onkur heldur, at hetta tíbetur er farið í [...] grov diskriminering fór fram í samfelagnum. Ognarleys høvdu ongan rætt at giftast. Fylgjan av kærleikanum teirra millum førdi við sær, at børn teirra fingu heitið ? leysingabørn. Ein søga, sum sigur nakað
hava nú frítt at fara um at kalla alt Europa og harvið eisini í útnorði. Spurningurin er bert, hvussu hetta rákið fer at ávirka samfelagið sum frálíður. Fer alt at vera sum fyrr? Fer hetta at gagna føroyskum [...] tíðina. Hetta nýtist ikki at merkja, at hann er úti. Hann kemur heilt vist inn aftur á politiska leikpallin, áðrenn nakar varir. At kapitalurin einki føðiland hevur merkir sjalvsagt, at privatur íløgupeningur [...] mestsum eitt serføroyskt fyribrigdi. Óneyðugt er at nevna nøvn í hesum sambandi. Sum dømi um hetta kunnu vit nevna, at vanligt var, at fólk, ið sum ung komu at starvast hjá hesum fyritøkum, ofta vóru verandi
tað vera skeivt, at farið verður út í fjølmiðlarnar at viðgera málið, heldur enn at fáa tað loyst innanhýsis, bæði politiskt og umsitingarliga. Hetta er ein spurningur um samstarv og um at fáa tosað um tingini [...] við mínum besta vilja at síggja, hvørja nyttu tað skal gera. Hetta er eitt mál, ið eigur at verða viðgjørt og loyst innanhýsis. Og tað verður bert gjørt við at tosa um tingini og at samstarva um tey - ikki [...] funnist dúgliga at gjøgnumførdu reguleringini. Hetta dugi eg ikki at lesa sum annað enn bíligt valagn. Sum fyrr nevnt, situr Jógvan Arge sjálvur í mentamálanevndini og hevur verið við at sam-tykt hetta
Nevniliga hana, at ferðavinnan fær so nógvan pening at lýsa fyri og tískil hevur møguleika at gera Ísland kent úti í heimi. Eftir yvirgangsatsóknirnar í New York 11. september 2001 fór allur heimurin at kalla í [...] frá, at íslendska stjórnin sær møguleikar í ferðavinnuni, og at ferðaráðið síðan september 2001 hevur fingið umleið 80 milliónir danskar krónur í stuðuli til lýsingarherferðir og til á anna hátt at menna [...] ferðavinnan og politiski myndugleikin ásannaðu, at tað var meira neyðugt enn nakrantíð, nú niðurgangstíðir vóru, at stuðla vinnuni. ?Gjørt varð av frá almennari síðu, at fyri hvørja krónu vinnan sjálv legði í
Tí er tað sera óheppi, at fólkaflokksmenn - umvegis fyrispurningin renna saman við javnaðarmonnum í eini misálitisherferð á ætlanina um at leggja uppgávur út til kommununar at røkja. Hetta gagnar ikki [...] Ætlanin við at flyta uppgávunar út til kommununar eru m. a. at fáa virksemi spreitt kring landið, fáa tættari samband við borgaran og geva kommununum nýtt og fjølbroytari innihald og ikki minnst at flyta [...] kommunukassarnar. Men bæði Óli Breckmann og Jørgen Niclasen eiga at vita, at kommununar í samráðingunum um yvirtøku hava góðtikið, at tær tá tær yvirtaka málsøkir bert fáa pening fluttan yvirum svarandi