Íslendingar gera nógv burtur úr ferðavinnuni, sum er ein vaksandi inntøka hjá landinum, sigur Magnus Oddsson, stjóri á Íslendska ferðaráðnum.
Hann greiðir frá, at íslendska stjórnin sær møguleikar í ferðavinnuni, og at ferðaráðið síðan september 2001 hevur fingið umleið 80 milliónir danskar krónur í stuðuli til lýsingarherferðir og til á anna hátt at menna ferðavinnuna í Íslandi.
?Hetta hevur givið úrslit, sigur Magnus Oddson. Vit hava merkt øking í ferðafólkatalinum her seinnu árini. Fyrra hálvár í ár var vøksturin heili 15 prosent í mun til fyrra hálvár í fjør. Og útlendingar sum komnir er til Íslands á vitjan, hava brúkt 11 prosent fleiri pengar í landinum, enn teir gjørdu í fjør.
Hann væntar, at tað fara eini 380.000 ferðafólk at vitja Ísland í ár. Hetta eru umleið 50.000 fleiri, enn tey vóru í fjør. Og tað er ikki so lítið í einum landi, har tað búgva 290.000 fólk, heldur Magnus Oddsson, stjóri á íslendska ferðaráðnum.
Grundina sigur hann vera eyðsýnda. Nevniliga hana, at ferðavinnan fær so nógvan pening at lýsa fyri og tískil hevur møguleika at gera Ísland kent úti í heimi.
Eftir yvirgangsatsóknirnar í New York 11. september 2001 fór allur heimurin at kalla í »chok« og steðgaði upp eina løtu.
Ferðavinna, og serliga flogferðslan um allan heim fekk eitt rættiligt bakkast, og summir steðgaðu meira ella minni upp, sigur Magnus Oddsson. Nógvastaðni hoyrdu vit ta grundgeving, at tað var eingin meining í at brúka pengar upp á eina vinnu, sum bara hevði afturgongd.
?Men soleiðis hugsaðu íslendingar ikki. Vit hugsaðu og gjørdu beint øvugt. Bæði ferðavinnan og politiski myndugleikin ásannaðu, at tað var meira neyðugt enn nakrantíð, nú niðurgangstíðir vóru, at stuðla vinnuni.
?Gjørt varð av frá almennari síðu, at fyri hvørja krónu vinnan sjálv legði í lýsingarherferðir, skuldi ferðaráði fáa líka nógv at spjaða til. Higartil er tað vorðið til 80 milliónir hesa tíðina, og eg ivist iki í, at tær eru væl farnar, sigur íslendski ferðavinnustjórin, Magnus Oddsson.
Hann vísir til amerikanska bilkongin Henry Ford, sum segði um lýsingar:
»Eg veit, at helvtin av tí, eg brúki til lýsingar, er peningur, sum er burturspiltur. Men eg veit ikki hvør helvt tað er.«
Tað er staðfest, sigur Magnus Oddsson, at Ísland hevur havt nógv størsta vøksturin í ferðavinnuni her á okkara leiðum seinnu árini.