Poul Michelsen, Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Fyrispurningurin hjá Jørgen Niclasen til Bárð Nielsen er tó viðkomandi. Tað at skattauppgerðin vísir, hvussu nógv verður goldið í landsskatti, og hvussu nógv í kommunuskatti er í fínasta lagi.
Men fyrispurningurin hevði eitt týðuligt yvirorðnað sikti nevnliga at gera eina roynd at lovprísa landsins fíggjar- og skattapolitik upp á bekostning av teimum føroysku kommununum.
Landið hevði lækkað skattin, meðan kommununar hækkaðu skattin í fleng!!
Fólkaflokkurin stendur í front, tá tað snýr seg um at leggja uppgávur út til kommununar. Fólkaflokkurin vil skapa álit millum løgting og kommunur í hesi sera týdningarmiklu gongd í teirri sannføring, at tá kommununar yvirtaka málsøkir, sum natúrliga hoyra nærsamfelagnum, verður tænastan munandi betri. Hetta hava vit longu fingið prógv fyri.
Tí er tað sera óheppi, at fólkaflokksmenn - umvegis fyrispurningin renna saman við javnaðarmonnum í eini misálitisherferð á ætlanina um at leggja uppgávur út til kommununar at røkja. Hetta gagnar ikki okkum, men er »søti« musikkurin í oyrunum á javnarpolitikkarum, sum goyma sterkar kreftir ímóti kommunalari menning og hetta hoyrdu vit av tingsins røðarapalli henda dagin.
Ætlanin við at flyta uppgávunar út til kommununar eru m. a. at fáa virksemi spreitt kring landið, fáa tættari samband við borgaran og geva kommununum nýtt og fjølbroytari innihald og ikki minnst at flyta landsins peningarensl frá landskassanum til kommunukassarnar.
Men bæði Óli Breckmann og Jørgen Niclasen eiga at vita, at kommununar í samráðingunum um yvirtøku hava góðtikið, at tær tá tær yvirtaka málsøkir bert fáa pening fluttan yvirum svarandi til tað tænastustøðið, landið hevur yvirtøkudagin. Øll menningin og hækkaðan av tænastustøðinum skulu kommununar bera einsamallar.
Eg eri sannførdur um, at nýggja uppgávubýtið millum land og kommunu, er eitt vinnaraprojekt fyri allar partar fyri land, kommunu og ikki minst fyri borgaran. Tí haldi eg, at fyrispurningurin um broytingar í skattauppgerðini sæð í mun til hvussu orðaskiftið fall út á ongan hátt gagnaði politikki Fólkafloksins í hesum máli.
Tað er ongin botnur í pástandinum um, at kommunur og kommunupolitikkarar ikki eru minst líka dugnaligir og ábyrgdarfullir at umsita skattin hjá hvørjum einstakum borgara, og tingmenn eru tað!
Hesa somu fatanina hava fólk flest.