Hetta var møguliga ein spurningur um at taka ein tjans ? at váða nakað ? um at leypa út í tað, tí ikki var lætt at koma aftaná væleydnaða GFestivalin, sum dróg til sín túsundatals ungfólk úr øllum landinum. Og nærum samtíðis sum mong góð tónleikatiltøk vóru á skránni á Listastevnuni í høvuðsstaðnum. Ein kundi av røttum bera ótta fyri, at hetta skuldi enda sum ein fiasko, nú tað kann vera so ringt at endurtaka eina succes á øðrum festivali.Onkur man hava spurt seg sjálvan, um tað ikki var við at koma inflatión í festivalar og stevnur, ja um marknaðurin ikki varð mest sum troyttur, mettaður!
Men gakk. Treiskið er fólkaslagið, og gott. Fiskivinnupláss burturav og hevur tað lagt nógv gott í beinið. Og hví skal plássið, sum hevur fostrað so mangar góðar tónleikabólkar, staðið, har tjóðarbólkur føroyinga, sum hevur skapt so nógvar góðar og vakrar sangir, Frændir, hevur røtur sínar, ikki eisini eiga eitt sjálvsagt pláss á festivalpallinum!
Summarfestivalurin er komin fyri at verða. Sjálvandi kann ein altíð seta eitt spurnartekin við, um tað er ov seint at halda slíka tónleikastevnu beint áðrenn skúlarnir byrja aftur ? um ikki dampurin tá er farin av øllum eftir eitt langt summar! Úrslitið hevur so jarðað henda iva. Gamaní, veðurgudarnir vóru til vildar, í hvssu er annan dagin. Men við nøvnum sum Hensley, Boney M, Frændum, Hanusi, Gunnari, Guðruni og kendum gospelnøvnum hava fyrireikarnir víst, at teir eiga bæði vilja og hegni til at fylla ein festivalkarm út. Tað gekk eisini sum smurt at skifta millum tveir pallar.
Men fyrireikararnir hava so eisini dugað nakað annað: at skipa ein festival, sum byggir brýr millum ættarlið og samfelagsbólkar. Við at geva gospeltónleiki pláss á festivalinum hevur tiltakið eisini fingið eina savnanadi uppgávu. At stóri pallurin koma at standa miðskeiðis millum fleiri andaligar deplar í býnum mundi vera av tilvild, men ein útlegging kann so vera tann savnandi uppgávan, sum tónleikur kann fáa millum ymsar samfelagsbólkar.
Tað kom so eisini til sjóndar, hvussu stóran týdning peningastovnur norðinga, Norðoyar Sparikassi hevur fyri mentanarlívið á plássinum. Leygarmorgunin var skipað fyri stórfingnum morgunmatarborði í sambandi við 85 ára dagin hjá stovninum. Kanska hetta skuldi verið fastur táttur á festivalinum. So Eyðfinnur hevur fingið nakað gott at hugsa um.
Samanumtikið ein festivalur til UG. Nú er at finna kanska uppaftur meira spennandi nøvn til næsta festival. Góða eydnu og tillukku. Føroyar hava fingið enn ein festival. Klaksvíkin er enn einaferð komin á Føroyakortið.
Sosialurin