Misnøgd við Strandferðsluna

Sandoyartingmaðurin Gerhard Lognberg er sera vónbrotin av, at Strandfaraskip Landsins ikki hava fingið ein túr um Skopunarfjørð seint á kvøldi

Sandoyingar eru sera vónbrotnir av, at Teistin ikki er farin at sigla um Skopunarfjørð seint á kvøldi.
?Hóast Løgtingið hevur játtað eina millión eyka til hea rutuna, við teirri ætlan, at byrjast skuldi tann 1. juni, er einki hent enn, nú vit nærkast álvarsliga august mánaða, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun og løgtingsmaður fyri Sandoynna.
Hann ætlar ikki lata heta fara uttan viðari, sigur hann, og hevur saman við hinum tingmanninum úr oynni, Pálli á Reynatúgvu, fingið í lag fund við Strandfaraskip Landsins um málið. Hesin fuundurin skuldi vera, eftir at Sosialurin var farin til prentingar seinnapartin mánadagin.
Gerhard Lognberg sigur, at tá peningurin varð játtaður Strandferðsluni til ein eykkatúr um Skopunarfjørð, varð roknað sum givið, at talan skuldi vera um ein túr av Gomlurætt seint á kvøldi.
Men nú frættist, at hoyringarskriv verður sent út, har ymsir møguleikar verða nevndir.
Ein er, at siglast skal klokkan 20.15 alt árið, ella í øðrum lagi at gera ein túr eftir tilkalling klokkan 22.00.
?Men hetta er ikki tað, vit vilja hava her suðuri, sigur Gerhard Lognberg. Vit vilja hava ein túr klokkan 23.15 hvørt kvøld. Tað er tað einasta, sum munar nakað, sigur hann.
Hann vísir á, at ynski er at fá ein túr, sum ger tað møguligt hjá Sandoyarfólki at brúka tey tilboð, sum eru á »meginlandinum«.
Hesi liggja ofta seint á kvøldi. Og siglir Teistin so seinastu ferð klokkan 20.15, kann hetta ikki nýtast til nakað, tí tá eru eingi tiltøk liðug, sigur hann. Tað verið seg mentnartiltøk av ymsum slagi, kvøldskúlar ella hvat fólk nú kann ganga til, um tey hava møguleikan at ferðast aftur og fram.
So eru tað fólk, sum eitt nú arbeiða í vaktarskipanum. Vaktirnar skifta ofta klokkan 23.00, og hevði Teistin siglt klokkan 23.15, bar væl til hjá einum, sum fer av vakt klokkan 23.00, at nátt hesum seinasta túrinum, vísir Gerhard Lognberg á.
Hann sigur, at ein grundgeving í móti at leggja ein túr so seint á kvøldi, hevur verið veðurlíkindini um veturin. Tað skal vera so torført at sigla í myrkrinum.
Men hesum tekur hann ikki undir við. Tí um veturin er líka myrkt klokkan 20.15, sum tað er klokkan 23.15. Og manningin á Teistanum veit sera væl, nær líkindi eru at fara um fjørðin. Eisini í myrkri.
?So handan grundgevingin er heilt burturvið, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun og Sandoyartingmaður.