Helgi Abrahamsen
???????
Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2005, sum júst er lagt fyri Løgtingið, minnir okkum enn einaferð á, hvussu skaðilig fullveldisætlanin hevur verið fyri okkum føroyingar.
Alt skuldi vera so lætt í 1998. Vit fingu at vita, at nú høvdu vit "ein søguligan møguleika" at standa á egnum beinum. Heildarveitingin úr Danmark, skuldi ikki vera til nakra nyttu í Føroyum, og tí skuldi hon, saman við øðrum ríkisveit-ing-um, avtakast. Hetta segði landsstýrið seg kunna gera uttan at neyðugt fór at verða við sparingum á fíggjar-lógini, og uttan at skattur og avgjøld fóru at hækka.
Uppskriftin var, at vit skuldu avtala eina skiftisskipan, har Danmark rindaði 500 mió. krónur í ár 2000, og síðani skuldi gjaldið minka burtur í einki. Í 2008 skuldi alt vera liðugt. Henda prosessin skuldi vera so løtt at gjøgnumføra, at meðan blokkstuðulin fjaraði burtur, skuldi skiftistíðin eisini brúkast til at útbyggja samfelagið á øllum økjum. Pengar fóru ikki at mangla.
Skjótt hvønn vegin
Men tað gongur skjótt hvønn vegin í føroyska búskapinum.
Hóast niðurskurðurin av ríkisveitingunum "bara" bleiv millum 1/3 og 1/4 av tí, sum upprunaliga var ætlað, so var hetta kortini nóg mikið til at stóra yvirskotið bleiv til undirskot. Fólk eru uppsøgd, tænastur eru skerdar og fleiri avgjøld eru eisini løgd á føroysku skattgjaldararnar. Í veruleikanum átti rokningin til Palleba at verið munandi størri, enn hon higartil hevur verið, men talið verður hildið niðri, við at politiski myndugleikin letur undirskot vera á fíggjarlógini. Harvið verður ein partur av rokningini útsettur til seinni.
Skuldu vit goldið alt undirskotið, og høvdu hinar 600 milliónirnar av heildarveitingini, umframt aðrar veitingar (einar 300 mió. krónur) nú verið vekk úr føroyska búskapinum, so hevði støðan hjá føroyingum verið katastrofal.
Tá vit so minnast til øll tey føgru lyftini, um at vælferðin skuldi ikki skerjast, skattir og avgjøld skuldu ikki hækka, og einki undirskot skuldi vera á fíggjarlógini, ja so mugu vit geva einum ávísum glyvramanni rætt, sum um dagarnar segði seg hava funnið heimsmeistaran í at manipulera.
Veitslan er liðug
Tann stóra "fullveldisveitslan" er nú liðug, og ein nýggj samgonga stendur eftir við "uppvaskinum". "Høvuðskokkurin" (Tjóðveldisflokkurin) hevur smoygt sær í andstøðu, og uttan iva fer hann teir komandi dagarnar, í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina, at kritisera arbeiðið hjá teimum, sum í hesum døgum standa við hondunum langt niðri í uppvaskifatinum.
Rokningina fyri allar ørskapin fær Palleba. ? Eisini tann Palleba, sum ongantíð trúði teimum føgru lyftunum um tað hálovaða fullveldið.