av skyldfólki í báðar ættir. Arnold hevur skrivað eina áhugaverda frágreiðing frá ferðini, og seinni hava onnur vitjað í Føroyum, eins og fleiri úr Føroyum hava notið gestablídni í Oregon. Í einari grein [...] ein fátæk tíð í Amerika, ikki minst hjá bøndrunum, sum John Steinbeck so meistarliga lýsti m.a. í bókini the Grapes of Wrath, ið lýsir støðuna í grannastatinum hjá Oregon, California. Í 1937 fekk Arnold [...] Súsannu Jacobsen úr Føroyum. Súsanna var dóttir Trinu Winther av Sandi og Jógvan Jacobsen av Húsum í Havn. Eftir at maður hennara, sum stóð fyri handlinum í Klaksvík, doyði av sjúku í bestu árum, flutti
føroysk fótbóltslið í innbodnari Special Olympics kapping í Egilshøll í Reykjavík. Kappast var í 5-a-side á kvartum vølli, og vóru luttakandi lið úr Isle of Man, Íslandi og Føroyum. Føroysku liðini vóru [...] vóru mannaði av leikarum úr kvøldskúlunum á Nesi og í Havn. - Vit høvdu eitt lið í sterkum bólki, og eitt í veikari bólki, og spældu bæði liðini væl uppímóti hinum liðunum hóast tað ikki rakk til nakað [...] atferð á vøllinum, og eru vit errin av hesum, skrivar parasport.fo. Liðini fóru úr Føroyum fríggjadagin, og komu aftur í gjár.
Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Eitt ísfiskalínuskip og fýra frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi í løtuni. Ísfiskalínuskipið kemur heim at landa síðst í næstu ella fyrst í aðru viku. Streymurin er [...] Fýra ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum í løtuni, og væntandi koma trý av hesum inn at landa mánadagin. Fjórða skipið kemur seinni í vikuni. - Línuskipini undir Føroyum fáa mest av toski, hýsu og longu [...] sum ikki er góð til útróður norðanfyri. - Vit rokna kortini við, at nakað verður av útróðrarfiski í næstu viku, verður lagt aftrat.
Í dag er blivið endaliga staðfest og undirskrivað, at Tórshavnar havn verður útbygt, og nú heldur býráðslimur í næsstørstu kommununi í Føroyum, Klaksvíkar kommuna, at ein útbygging av Klaksvíkar havn er [...] Millum annað í 90-árunum, tá ið Klaksvíkar havn varð útbygt til núverandi stødd. Hendan útbyggingin merkti, at síðani tá hava øll skip, sum hava lagt at í Føroyum, havt møguleika at leggja at í Klaksvíkar havn [...] er neyðug. Í lesarabrævi skrivar Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar býráði, at Klaksvíkar havn eigur at verða útbygt. Hon vísir á nógv søgulig dømi, har Klaksvíkar havn er blivin bygt út. Millum
Talið á koronutilburðum í Føroyum er nú komið upp á 109. Nýggjastu tølini hjá heilsumálaráðnum vísa, at tilsamans 334 fólk í Føroyum hava fingið staðfest smittuna, og 255 teirra eru vorðin frísk aftur [...] Hetta merkir sostatt, at 109 aktivir tilburðir av koronu eru í landinum. Í gjár var talið á tilburðum 99, og eru 10 tilburðir komnir aftrat í dag. Tað eru framvegis 173 kanningar frá 10. august, ið ikki [...] Tilsamans eru gjørdar fleiri enn 61.000 kanningar, og fleiri enn 900 fólk sita í løtuni í sóttarhaldi.
1. januar hækkar talið av prestagjøldum í Føroyum, so at tað framyvir verða fimtan prestagjøld í Føroyum. Tað skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu síni. Fólkakirkjan skrivar, at tað var fyri stívligum tveimum [...] ar eru í prestagjaldinum við bústaði í Kvívík og í Vestmanna. Norðstreymoyar eystara prestagjald fevnir um kirkjusóknirnar Hvalvík, Hósvík, Saksun, Haldórsvík og Tjørnuvík.Sóknarpresturin býr í Hvalvík [...] heitti á landsstýriskvinnuna at skipa so fyri, at Norðstreymoyar prestagjald varð býtt sundur í tvinni prestagjøld. Í heyst gav landsstýriskvinnan loyvi til hetta, so at frá 1. januar 2018 verður Norðstreymoyar
fyrr enn í seinasta single-dystinum, at avgerðin fall. Tá vann Fríði Jensen og tryggjaði harvið Føroyum sigurin. Føroyar spæla nú ímóti Gotlandi, sum verður mett sum sterkasta liðið í bólkinum. Í morgin [...] Føroyska landsliðið í borðtennis vann tættan og sera týdningarmiklan dyst ímóti Álandi í dag. Hetta var fyrsti dysturin í liðkappingini, men dysturin hevði stóran týdning fyri, hvat av liðunum skal gera [...] Gotland tykist verða tað sterkasta liðið í bólkinum hjá Føroyum, og síðani er líkt til, at Føroyar og Áland koma at kappast um hitt plássið, sum gevur pláss í hálvfinalunum. Dysturin millum Føroyar og
Í kvøld verða tónar frá Njáll Sigurjónssyni aftur at hoyra, tá íslendingurin, sum í nógv ár búði í Føroyum, aftur verður at hoyra í Tórshøll. Njáll er væl kendur her á landi, bæði sum fakmaður og tónleikari [...] tónleikari. Hann starvaðist í heili 13 ár sum setari á Sosialinum og var sera avhildin sum starvsfelagi. Í síni tíð í Føroyum, áðrenn hann aftur fór til Íslands, var hann eisini væl kendur á tónleikapallinum [...] num, og var hann við á mongum plátu-útgávum. Fastur Hammond urgu leikari var hann í Viking Band, sum vóru vælkendir langt út um landoddarnar, men eisini leikti Njáll, nógv saman við Georg eystan Á og Sølvu
Tað er ikki einans í Føroyum at Suzuki seta sølumet, eisini í Danmark eru teir millum teir fremstu, har vóru meira enn 18.000 Suzuki seldir í fjør, hetta er ein vøkstur upp á 40 prosent í mun til 2004 og [...] bilum hava Suzuki lagt seg á odda, sum mest seldi bilur í Føroyum í 2005, framman fyri Toyota (262), og Ford (147). Tilsamans vóru seldir 1684 bilar í fjør. Berg Motors, sum selja Suzuki, seldu tilsamans [...] og ein trífalding í mun til 2003. Suzuki hava seinnu árini verið mest seldu jeepar Danmark, og nýggi jeepurin Grand Vitara saman við persónbilinum Swift hava gjørt sítt til góðu søluna.
burðartølini í Føroyum eru eisini ein atvoldin, sum tekur eitt sindur av ábyrgdini frá tí ógifta manninum. Okkara siðvenja sigur, at tað er ikki hóskiligt, at fleiri menn eru um hvørja kvinnu. Og í Føroyum eru [...] ár leysar, annars eru leysar kvinnur í hesum aldursbólki at finna í øllum landinum. Syrgilig tøl Í Norðoyggjum uttanfyri Klaksvíkin er tað einsligt at vera maður í bestu árum millum 40 og 59. Onga aðrastaðni [...] føroyingum. Við árslok 1998 vóru 44.817 fólk búsitandi í Føroyum. Av hesum vóru 23.430 ógift. Tølini stuðla væl, at vit hava eitt yvirskot av mannfólki í Føroyum. Av teimum gott 23.000 ógiftu eru gott 10.000 kvinnur