Suzuki mest selda bilmerki

Bæði í Føroyum og í Danmark eru Suzuki-bilarnir ein góð søluvøra. Her hjá okkum hava teir lagt seg á odda sum mest selda bilmerki. Nýggi Grand Vitara og Swift hava gjørt sítt til góðu søluna

Við 304 seldum bilum hava Suzuki lagt seg á odda, sum mest seldi bilur í Føroyum í 2005, framman fyri Toyota (262), og Ford (147).

Tilsamans vóru seldir 1684 bilar í fjør. Berg Motors, sum selja Suzuki, seldu tilsamans 419 bilar, t.v.s. fjóðra hvønn bil.

Tað er ikki einans í Føroyum at Suzuki seta sølumet, eisini í Danmark eru teir millum teir fremstu, har vóru meira enn 18.000 Suzuki seldir í fjør, hetta er ein vøkstur upp á 40 prosent í mun til 2004 og ein trífalding í mun til 2003.

Suzuki hava seinnu árini verið mest seldu jeepar Danmark, og nýggi jeepurin Grand Vitara saman við persónbilinum Swift hava gjørt sítt til góðu søluna.