Fýra ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum í løtuni, og væntandi koma trý av hesum inn at landa mánadagin. Fjórða skipið kemur seinni í vikuni.
- Línuskipini undir Føroyum fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Eitt ísfiskalínuskip og fýra frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi í løtuni. Ísfiskalínuskipið kemur heim at landa síðst í næstu ella fyrst í aðru viku.
Streymurin er harður, men batnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður gott, men tað verður nógv høgætt, sum ikki er góð til útróður norðanfyri.
- Vit rokna kortini við, at nakað verður av útróðrarfiski í næstu viku, verður lagt aftrat.