Farna vikuskifti luttóku tvey føroysk fótbóltslið í innbodnari Special Olympics kapping í Egilshøll í Reykjavík.
Kappast var í 5-a-side á kvartum vølli, og vóru luttakandi lið úr Isle of Man, Íslandi og Føroyum. Føroysku liðini vóru mannaði av leikarum úr kvøldskúlunum á Nesi og í Havn.
- Vit høvdu eitt lið í sterkum bólki, og eitt í veikari bólki, og spældu bæði liðini væl uppímóti hinum liðunum hóast tað ikki rakk til nakað heiðursmerki, skrivar heimasíðan parasport.fo. ÍSB er nýggja heitið hjá Ítróttasambandinum fyri brekað.
- Hinvegin vunnu vit Fair play kappingina fyri fyrimyndarliga atferð á vøllinum, og eru vit errin av hesum, skrivar parasport.fo.
Liðini fóru úr Føroyum fríggjadagin, og komu aftur í gjár.