Íslendskir tónar aftur at hoyra

Í kvøld verða tónar frá Njáll Sigurjónssyni aftur at hoyra, tá íslendingurin, sum í nógv ár búði í Føroyum, aftur verður at hoyra í Tórshøll. Njáll er væl kendur her á landi, bæði sum fakmaður og tónleikari.

 

Hann starvaðist í heili 13 ár sum setari á Sosialinum og var sera avhildin sum starvsfelagi. Í síni tíð í Føroyum, áðrenn hann aftur fór til Íslands, var hann eisini væl kendur á tónleikapallinum, og var hann við á mongum plátu-útgávum.

 

Fastur Hammond urgu leikari var hann í Viking Band, sum vóru vælkendir langt út um landoddarnar, men eisini leikti Njáll, nógv saman við Georg eystan Á og Sølvu Ford, undir navninum Sølva & Bergmenn.