upp uttan oljufeløgini eru her - sær tú oljufeløgini sum ein fígginda heldur enn ein partnara? -Ein skal ongantíð siga, at ein arbeiðsgevari og ein arbeiðstakari eru í sama báti. Tað plaga arbeiðsgevararnir [...] sigur, at tað tí ikki bara skulu vera arbeiðsgevarar, politikarar og oljufeløgini, sum skulu avgera útviklingin og tempoiið. -Vit vilja sum fakfeløg vilja so sanniliga eisini vera við at bestemma, hvussu [...] avbjóðingini, sum ein oljuvinna ber í sær fyri eitt samfelag. Tað er tí Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett seg í samband við NOPEF, sum er norski landsfelagsskapurin fyri øll fakfeløg, sum hava fólk sum limir
Skal man vera við ræður um at hava eitt stórt yvirlit, tí tað er tú tað snýr seg um. - Tað eru so nógv fólk, sum eru knýtt at bólkinum hjá okkum. Fyri at eingin skal útnytta teg og títt, má man vera varin [...] kvøldið var sum áskoðari, men áðrenn hon visti av varð hon hálað fram á pallin at syngja ein sang. Og vit taka ikki munnin ov fullan vit at siga, at hon sang seg inn í øll hjørtu. ? Gospelkórið, sum eg sang [...] eg visti av, og tá ið kom á pallin vóru tey við sum kór. Tað var eitt sjokk, at eg skuldi vera við ? eitt positivt sjokk, sigur Sigrid. Tað var hetta, sum rættiliga setti gongd á sangleiðina hjá Sigrid
Magna Jarnskor. HB hevur eisini alt fólkið tøkt, og so kann roknast við, at HB-venjarin Ion Geolgau fer at halda seg til teir ellivu, sum hava verið so at siga fastir í ár: Kaj Leo Johannesen, Hans á Lag [...] síðani hevði NSÍ fýra álopsspælarar, sum kappaðust um tvey pláss. Nú hava teir bara ein. Óli Hansen hevur brotið beinið og Mortan Hansen er burturstaddur. Gert Langgaard, sum fram til summarsteðgin gekk við [...] r í Sumba, men eru tøkir aftur. Og so kann B36 heilsa venjaranum Tomislav Sivic vælkomnum aftur á vøllin. Drúgva leikbannið hjá jugoslaviska venjaranum er av, og so er spurningurin, um hann velur at byrja
sigur Súsanna. - Vit eru so javngamlar, so ringt er at samanbera við Hans, eru tey samd um. - Vit hava spælt sjónleik, so langt eg kann minnast. Vit spældu Hans og Gretu til ein føðingardag, tað var uppi [...] - Fólk spyrja eisini, um ein kann liva av at spæla sjónleik. Men tað er heilt víst, at ein gerst als ikki millióningur av tí, skemtar Hans. Betri umstøður Sum yrkisleikarar, so eru tey glað fyri, at tað [...] varð nakað spælt, so fór maður av húsi at hyggja, minnist Súsanna hesa tíðina, ið t.d. ikki var merkt av sjónvarpi. Ria Men barnaárini í Kvívík fingu ein enda. - Ja, so fór eg til Havnar. So kom eg eitt sindur
saman við ommu. Hann var ein maður sum gjørdi tað sum hann helt vera rætt og stóð við sínar gerðir. Hann kundi aldrin funnið uppá at stilla seg upp á einum minnisdegi og spilt út ein deyðan mann. Eg kenni [...] skilji ikki hví Karl Jespersen setur seg sjálvan so lágt og dálkar ein deyðan mann ið ikki fær vart seg. Eg skilji ikki at nakar kann gleðast yvir at hoyra ein veitslurøðara spilla út systkinabarnið hjá P [...] felagið. Um abbi var so vánaligur sum Karl gevur lesarinum fatan av, hví koyrdi nevndin hann ikki frá??. Tað var jú nevndin (Driftsráðið) í AT, ið hevði sett hann sum stjóra og sum tískil eisini kundi koyra
at verða ein partur, sum kommunurnar fáa ábyrgd av, so at kommunurnar so at siga kunnu fara at kappast um, hvør nú kann veita sínum borgarum bestu røktina. Hetta er ein trupul spurningur, sum vit ikki [...] at tað má vera ein kombinatión av heimarøkt og so spakuliga at útbyggja eldrarøktarskipanina. Eisini er hetta ein spurningur um býtið millum land og kommunu. Fáa vit broytt kommunuskipanina, so haldi eg [...] er tað so, so mugu teir upp á longri sikt gjalda til samfelagið fyri tað, men hatta er ein longri prosess. Men eg eri samdur, gert tú hatta til privat, so skal eisini gjaldast á onkran hátt, so samfelagið
kunnu laga samfelagið til at vera sjálvbjargið og skapa fleiri inntøkur. Hetta er ikki nakað, sum ein politikari í Tinganesi kann sita og avgera. Hetta er ein prosess sum má fara í gongd í vinnulívinum [...] hvussu samfelagið kann fíggjast sjálvt. Tað skal viðgerast í tinginum, tað skal viðgerast í almenninginum. Fáa vit so ein sáttmála við Danmark, sum eisini verður avgerandi fyri, hvussu brøtt ein skiftisskipan [...] skiftistíð. So eiga vit at kanna, um vit kunnu reka samfelagið øðrvísi - eitt nú almennaverkið. Men eg kann ikki geva nakað garanti fyri, at livifóturin ikki kann minka í eini skiftistíð - men eg kann heldur
stig móti Sumba, men tað má næstan metast sum eitt vónbrot í royndini at yvirliva í bestu deildini. Ein sigur á fuglfirðingum kann framvegis fara at vísa seg at vera bjargingin undan aftasta plássinum. Skráin [...] ár. Um endaliga støðan verður henda, so verður hetta ein staðfesting av, at tyngdin í føroyskum fótbólti er flutt frá at hava verið í eystara partinum av landinum so at siga øll nítiárini og í høvuðsstaðin [...] Í hvussu so er kámaðist møguleikin fyri UEFA kappingini so nógv, at tað er sera sannlíkt, at gøtuemnn fyri fyrstu ferð í fimm ár ikki fara at spæla í Europa Cup komandi ár. Og tað er nógv, sum talar fyri
ár, má ein sanna, at støðið í Heimarøktini ongantíð hevur verið so lágt sum nú. Heldur ikki veit nakar um, at samstarvið millum bólkarnar hevur verið so vánaligt sum nú. Ongantíð hava tað verið so nógv fólk [...] Heimarøktin hevði fráboðað. Sum vit skiltu á hesum fundi, skuldu hesar sparingar ikki setast í verk, men skuldi ein loysn finnast, ið ikki kom at raka brúkaran ov meint. Sum skilst, so eru hesar sparingar settar [...] hana, so er okkurt galið. Eisini er støðan í onkrum øki tann, at har tvær heimahjálpir hava verið um ein tungan røktarkrevjandi brúkara, hevur ein spart við at taka aðra heimahjálpina burtur, og kann ein
um P. M. Dam, ikki kann lata pápa mín liggja í friði í sínari grøv, líkasum pápi heldur ikki kann forsvara seg. Eg visti ikki, at tú Karl kundi gera teg so lágan. Hettar virkar so persónligt ímillum tykkum [...] virka í. Tit settu ein stjóra, men samstundis sigur tú, at hann fær sær meira og meira vald. So vítt eg veit um stjórar, so eru teir settir fyri at hava vald, sum virkisleiðarar. Skuldi pápi kanska spurt Karl [...] r, eru so skakaði av hesum, eri eg vegna æru og minni um pápa okkara, noyddur at geva hetta aftursvar, og er tað við ringum tannabiti. Tað sum tú sipar til, sum fór fram fyri 40 til 50 árum síðani á Tvøroyri