Leygarkvøldini í Miðvági og í Runavík líkjast nógv nú í summar. Hvørja ferð tað er kappróður verður skipað fyri móttøku fyri manningunum á ávikavíst Frúnni og Tjaldrinum. Sigrarnir í Kollafirði vóru eins [...] staðfesta, at tað tykist vera nakað heilt serligt at rógva í nýggjum báti. Í fjør vóru tað vestmannadreingir, sum sólaðu sær umborð á nýggjari Havfrúgv. Í ár stríðast teir fyri at vinna silvurplássið. Annan leygardag [...] miðvágsgentum. Mest merkisverda í róðrinum hesa ferð var, at Ørnin úr Sandavági heilkiksaði. Næstfremsti báturin í FM kappingini fekk ein góðan start. Tað fekk Beinta úr Miðvági, sum var næstfremst á norðoyarstevnu
til í húsarhaldinum og vinna sær pening til at seta føtur undir egið borð, gekk nú í skúla, til hann var trøllvaksin. Gentan, sum kanska ofta var meira hugað í skúlanum, enn drongurin, gjørdist nú í mongum [...] hvørjum øðrum, at fyrigeva hvørjum øðrum, eru vit uppald til í okkara mentan. Kolveltingarmaður í 2000 ár Fyri júst 2000 árum síðan føddist í Miðeystri eitt barn, sum fullkomiliga broytti alla mannahugsan [...] fylgdu ?kristnu? makthavarunum í miðøldini, og soleiðis hevur mannaættin upplivað eina forfylging fyri og aðra eftir, upplivað kríggj og aðrar ræðuleikar í Jesu navni. Ja, enn í dag uppliva vit, at sjálvt
verður í Listastovuni í Miðvági, og bókaframsýning verður í kirkjukjallaranum allar dagarnar kl. 16.00 – 19.00, har onkur framløga eisini verður. Matstovan í Bygdarhúsinum í Miðvági og cafein á Gamla Hotelli [...] Í døgunum 26. -29. mai verður skjøtul settur á kirkjudagar í Føroyum. Dagarnir eru byrjanin til eitt størri tiltak, sum skal varpa ljós á kristindómin í landinum. Eins og í okkara grannalondum erudagarnir [...] støði í “Skriftin á vegginum”. Í hesum sambandi verða tvær verkstovur leygardagin og aftaná pallborð mannað við 5 fólkum. Ein fyrilestur verður í Miðvágs kirkju um sama evnið við danska prestinum í Sankt
avgerð um hvørt kirkjan góðtekur, at tvey av sama kyni kunnu vígast í kirkjuni. Ísland er tað einasta landið í heiminum, sum hevur ein samkyndan stjórnarleiðara. Tað er tann 69 ára gamla Johanna Sigurdsdóttir [...] samtykti íslendska stjórnin at broyta vígslulógina soleiðis, at samkynd nú hava rætt til at giftast í landinum. Lógin er broytt soleiðis, at hjúnaband er millum ?mann og kvinnu, ?mann og mann? og ?kvinnu
kærleika. Skil tað, hvør ið kann. Í bíbliuni eru tveir høvuðspartar, Gamla testamenti og Nýggja testamenti. Jesus lærdi í Nýggja testamenti eina mildari læru, enn hana í Gamla testamenti. Menniskjasýnið var [...] homoseksuellu í Føroyum. Hví? Bíblian fær ein stóran part av skyldini. Hevur hon ta? Ikki sum eg skilji kristindómin. Í míni 60 ár havi eg gingið nógv í kirkju, havt kristni og religión í skúlanum. Havi [...] drongurin kláraði seg sera væl í skúlanum. Fór niður at lesa víðari, kláraði lesturin væl og fekk gott starv. Eg frætti so ikki frá honum í nøkur ár, fyrr enn andlát hansara var lýst í útvarpinum. Royndi at fregnast
arbeiða aðrastaðni enn bara í Miðvági. Til dømis hevði hann einki havt í móti at arbeitt avísa tíð eitt nú í Havn, sigur hann. Hann hevur áður, í styttri tíðarskeiðum, arbeitt í Havn, og metir hann, at tørvurin [...] Skósmiðirnir í Føroyum eru eitt útdoyggjandi fólkaslag, staðgfestir Jóhannus Hansen. Hann minnist, at tá hann lærdi til skósmið hjá Olla í Lágabø í Vági í fimtiárunum, voru eini fimm-seks skósmiðir bara í Vági [...] tað onkusvegna við at vera í Havn viðhvørt og annars hava støð í Miðvági, har øll útgerðin stendur. Verkstaðið Jóhannus Hansen hevur væl útgjørda skósmiðju á Heiðatrøðni í Miðvági. Alt er inni, sum neyðugt
undir tryggum umstøðum, og tað fær hon ikki í Føroyum. Hetta vóru hørðu boðini, sum 44 ára gamla Evy Danielsen úr Miðvági fekk, tá hon fyri knappum ári síðani var í Danmark við 11 ára gomlu dóttrini til kanningar [...] fekk ikki lívsvilja í dóttrina einsamøll. Dóttirin varð innløgd, og Evy flutti inn á Hotel Tórshavn. Í tríggjar og ein hálvan mánað fekk hon loyvi at vitja dóttrina týskvøld og hóskvøld í hálvan annan tíma [...] til og bara gæt. Men í dag dugi eg at síggja, at túrurin niður var besta íløga í lívinum. Hevði brúk fyri øðrum enn mær Eftir tríggjar mánaðir niðri, kom Evy heimaftur við dóttrini í juni. Hetta gjørdi hon
Í skjótt eitt ár hava 43 ára gamla Selma og maður hennara Tórður Jóhannesen úr Miðvági stríðst fyri at fáa 15 ára gamla sonin á danskan serskúla, og um ein mánað fer hann avstað. Niður til ein skúla, sum [...] Almannastovuni í juni seinasta ár. Men viðgerðin í Almannastovuni dró út, og einki svar kom. Ógreið og skiftandi boð Í desember høvdu tey framvegis einki svar fingið frá Almannastovuni. Í neyðini klagaðu [...] børn sum fáa dyggan stuðul í barnagarðinum, skulu missa hann sum eldri. - Børn við ADHD hava brúk fyri minst líka umfatandi hjálp í skúlanum, tí tey orka als ikki at vera í so stórum flokki. Tey hava ikki
høvuðsskrivstovu í Géneve í Sveis. Finska stjórnin bjóðaði álendingum at fáa sjálvstýri innan finska lýðveldið, men hesum tóku álendingar ikki undir við. 96,2 % av teimum, sum høvdu valrætt í Álandi skrivaðu [...] hernaðarfrítt økið. Áland er í dag eitt av teimum heilt fáu hernaðarfríu økjunum í øllum heiminum. Ikki pro-svenskir longur Ein hin fremsta grundgevingin fyri at lata Áland vera verðandi í finska ríkinum er, at [...] tvímálsligt. Í finsku grundlógini eru finsku og svensku málini javnstillaði. Tjóðarsamgongan í Géneve metti soleiðis, at álendingar fóru at vera við til at tryggja rættindini hjá tí svenska minnilutanum í Finnlandi
eina løtu í býnum Zaragoza, sum er tann 5.størsti í Spaniu og liggur í landspartinum Aragonien (610.000 íbúgvar) Iberar grundløgdu hann, men varð seinni doyptur av Rómverjum til “Caesaragusta”. Í Spania er [...] sýnd fram í einum stórum gotiskum bygningi frá 1300 talinum. Pablo Picasso búði í Barcelona frá tí hann var 14 ára gamal til hann var 23 ár. Har fekk hann eisini sína listarligu utbúgving. Í 1881, í einum [...] stjórnin í Madrid, sum má siga, hvaðani vatnið skal fara. Serliga er tað á háslættanum, at vatnið trýtur. Ebroáin er tann einasta stóra áin, sum rennur út í Miðalhavið, meðan hinar allar renna út í Atlantshavið