Seinasti skósmiðurin

Skósmiðurin í Miðvági heldur, at fólk eru ov líkasæl og vanda sær ov lítið um, hvat tey tveita burtur. Tað er ov lítið at gera hjá skósmiðinum i dag, tí fólk vita ikki um hann ella tíma ikki at brúka hann. Tað er lættari at blaka burtur og keypa nýtt

Handverk

Miðvági:Skósmiðjan stendur klár við allari útgerð. Skósmiðurin bíðar eftir kundunum, sum ikki koma. Fólk blaka heldur góðar skógvar burtur og keypa nýggjar enn at fara at leggja upp undir einar heilt væl nýtiligar skógvar.
?Fólk eru alt ov líkasæl, sigur Jóhannus Fr. Hansen, skósmiður í Miðvági. Tey blaka burtur skógvar, sum fyri sera lítlan penga kundu verðið sum nýggir aftur, um tey tímdu at fara til skósmiðin við teimum.
Okkara brúkaramentan er vorðin soleiðis, at tað tykist bara vera tann lættasta loysnin, sum vald verður. Brúka einaferð og blaka so burtur. Skógvar, sum kosta nógvar pengar, verða brúktir, til slit sæst á, ella kanska eitt hol er, og so verður blakað burtur, og nýtt keypt. Hóast hann saktans kann fáa einar heilt góðar skógvar burtur úr aftur við at leggja undir teir fyri lítlan penga, sigur skósmiðurin.

Doyggjandi fólkaslag
Skósmiðirnir í Føroyum eru eitt útdoyggjandi fólkaslag, staðgfestir Jóhannus Hansen.
Hann minnist, at tá hann lærdi til skósmið hjá Olla í Lágabø í Vági í fimtiárunum, voru eini fimm-seks skósmiðir bara í Vági, og teir høvdu nokk at gera.
Í dag er eingin i Suðuroynni, sigur hann. Ein byrjaði herfyri, men gavst skjótt aftur, tí ov lítið var at gera.
Sama lagið er í Vágum. Fólkagrundarlagið er kanska í minna lagi. Í hvussu er við tí hugsunarhátti, sum fólk hava í dag.
Men hinvegin hevði tað borið væl til, ivast hann ikki i, um fólk bara hugsaði øðrvísi og brúkti meira aftur av slíkum, sum brúkast kann.
So soleiðis sum støðan er í dag, verður einki arbeiði av týdningi gjørt í skósmiðjuni, og skósmiðurin er farin til skips. Hann er kokkur í oljuvinnuni. Siglir við einum vaktarskipi í Norðsjónum.
?Men eingin ivi er um, at eg vildi heldur verið her og arbeitt við tí, eg havi lært til, sigur Jóhannus Fr. Hansen, skósmiður i Miðvági.

Fasta sambandið
Sum vágafólk yvirhøvur hevur skósmiðurin stórar vónir til fasta sambandið undir Vestmannasundi.
Hann metir, at tað fer at gera tað møguligt at arbeiða aðrastaðni enn bara í Miðvági. Til dømis hevði hann einki havt í móti at arbeitt avísa tíð eitt nú í Havn, sigur hann.
Hann hevur áður, í styttri tíðarskeiðum, arbeitt í Havn, og metir hann, at tørvurin á einum skósmiði í høvuðstaðnum er so mikið stórur, at tað saktans átti at borið til.
Hinvegin var tað ferðingin, sum gjørdi, at hann helt tað vera í so møtimikið. Men tá fasta sambandið er komið, ber væl til at samskipa tað onkusvegna við at vera í Havn viðhvørt og annars hava støð í Miðvági, har øll útgerðin stendur.

Verkstaðið
Jóhannus Hansen hevur væl útgjørda skósmiðju á Heiðatrøðni í Miðvági. Alt er inni, sum neyðugt er hjá einum skósmiði at hava. Maskinur til at skera og seyma við. At víðka skógvar og at pussa og slípa tilfarið, eins og trygdarútgerðin eisini er í lagi. Góð útsúgving er, sum altið syrgir fyri at taka límlukt og annað skaðiligt burtur.
?Eg arbeiði ongantíð, uttan útluftingin er tendrað, greiðir Jóhannus frá, og tekur í sama viðfangi eina masku, sum liggur á borðinum við síðuna av. Hesa havi eg altíð, og eisini havi eg eina ordiliga, sigur hann og peikar á eina rættiliga gassmasku.
Maskinurnar eru komnar ymsastaðni frá. Onkur er kypt frá gamla skómakaranum í Fuglafirði, sigur hann.
Skómakarin i Fuglafirði var eisini ortopedur, og tað ætlaði Jóhannus sær einaferð at læra.
Hann var óheppin og fekk skaða umborð á trolara einaferð í áttatiárunum, og ætlaði tá at læra til ortopediskan skómakara, sum hann metir, grundarlag skuldi verið fyri.
Men stuðul fekst eingin, tí hildið varð helst, at nokk er við einum umframt teimum, sum boðsendir verða úr Danmark, tá okkurt skal gerast. Ein ortopediskur skómakari er í Føroyum.

Kunnleikkin
Tað stinga av og á hesar sonevndu hælabarrirnar seg upp ymsastaðni. Men tað er ikki altíð, at tað, har verður gjørt, er nóg gott, heldur skósmiðurin.
Ikki tí, bæði fólk og maskinur kunnu vera av fínasta slagi, men ein skal vita, hvat gerast skal, tá farið verður undir eitthvørt. Líka mikið hvat tað nú er. Eisini skósmið.
Bara at fáa nakrar lidnar sollar og hælar at líma undir ein skógv, er ikki altíð nokk, vísir hann á.
?Tað er altíð spennandi at fara undir at gera ein skógv aftur, sigur skósmiðurin. Tí tú veitst ongantíð, um tað fer at bera til. Hann kann bæði seymast og límast. Takast sundur og setast saman aftur. Og tað er sera stuttligt at síggja, hvørja ferð tað eydnast at fáa hann aftur sum nýggjan.
Skósmiðurin heldur tað vera spell, at fakið skal doyggja heilt út í Føroyum, men óttast fyri, at tað verður endin.
?Lærling ber illa til at taka inn, tí tað kann bara gerast, um tað loysir seg, sigur Jóhannus Hansen. Og alt, sum lærast skal av skúla, skal gerast í Danmark.
Tá hann sjálvur lærdi, varð bara farið til arbeiðis, og tá tíðin var úti, varð eitt lærubræv skrivað, og tað var tað. Men teir dugdu handverkið, sigur hann.
Eisini nnað enn skógvar hevur skósmiðurin í Miðvági tikið sær av. Hann seymar at kalla alt slíkt, sum ein vanlig seymimaskina ikki klárar.
Setir snarlas í styvlar, leðurjakkar og termodraktir. Seymar smá bátasegl, tá biðið verður um tað, og hvat tað nú kann vera.
?Men tað er bara so langt í millum kundarnar, heldur hann og skeitir yvir á maskinurnar, sum standa á rað so óvirknar og bara bíða eftir at verða settar í gongd.