Send heldur dóttrina til Danmarkar

Einans 11 ára gomul misti Jónhild hugin at liva. Danskir serfrøðingar mæltu mammuni til at senda dóttrina á danskan stovn, tí í Føroyum var ikki nøktandi hjálp, men hetta vil hon ikki góðtaka, og hon stríðist fyri fáa dóttrini nóg góða hjálp í Føroyum

- Tú mást ikki fara heim aftur til Føroya. Gentan hevur brúk fyri serkønari hjálp undir tryggum umstøðum, og tað fær hon ikki í Føroyum.

Hetta vóru hørðu boðini, sum 44 ára gamla Evy Danielsen úr Miðvági fekk, tá hon fyri knappum ári síðani var í Danmark við 11 ára gomlu dóttrini til kanningar. Dóttirin hevði fingið staðfest ADHD við asperger og depressivari helling, og donsku serfrøðingarnir mæltu staðiliga til, at hon slapp á ein góðan danskan stovn.

- Men tað kundi eg slett ikki ímynda mær. Hon var bara 11 ár, og vit høvdu eitt lív og onnur børn í Føroyum, greiðir Evy frá. Hon vildi ikki senda dóttrina á danskan stovn og vildi ikki góðtaka, at tað ikki var rúm fyri dóttrini í Føroyum. So tær fóru heim aftur til Miðvágs.


Fjaldu veruleikan

Jónhild hevur verið øðrvísi enn onnur børn frá hon var heilt lítil. Men til fyri fáum árum síðani vildi Evy ikki viðganga tað. Hon royndi at klára allar trupulleikarnar sjálv og vardi dóttrina, so hon ikki kom í støður, sum hon ikki maktaði.

- Bara eg og maðurin vistu, hvussu illa stóð til, og vit gjørdu alt fyri at fjala tað. Nógv hildu bara, at hon var ov nær knýtt at mær, men hvussu trupult tað var, kendu tey einki til. Við hús fylti hon ótrúliga nógv, klamsaði við hurðum og rópti og skeldaði alla tíðina, men í skúlanum var hon púra passiv og still. Hon hevði ongar vinir, men eingin visti hvussu ótrúliga maktarleys og einslig hon var.

Men sum dóttirin vaks, gjørdist lívið og gerandisdagurin truplari og truplari, og Evy og maðurin máttu viðganga, at tey høvdu tørv á hjálp hjá serfrøðingum.

- Ikki fyrr enn familjan var um at fara í knús, og eg misti stýringina, var eg til reiðar at søkja mær hjálp, sigur Evy.

Dóttirin varð viðgjørd fyri depressión, men hon fekk tað ikki betri.

- Til endans lá hon bara í seingini. Megnaði ikki at ganga í skúla, orkaði ikki at vera millum fólk, og snakkaði um, at hon ynskti ikki at liva meira. Men framvegis vistu fá, hvussu illa tað stóð til.


Vegurin aftur til lívið

Tá ið Evy seinasta vár fekk møguleika at fara niður til kanningar við dóttrini, tók hon av.

- Vit fóru niður í tí trúgv, at eg skuldi vera hjá henni, men tá ið vit komu á Bispebjerg Hospital, tók ein ímóti okkum og spurdi meg, “Og hvor skal du så bo?”. Eg mundi dottið uppeftir, so kløkk bleiv eg. Eg hevði bara hug at ríma heimaftur við dóttrini, men tað var sum at venda aftur til eitt deyðaríki, og tað kundi eg ikki. Eg tordi simpulten ikki heimaftur, tí eg visti, at eg fekk ikki lívsvilja í dóttrina einsamøll.

Dóttirin varð innløgd, og Evy flutti inn á Hotel Tórshavn. Í tríggjar og ein hálvan mánað fekk hon loyvi at vitja dóttrina týskvøld og hóskvøld í hálvan annan tíma hvørja ferða, og dóttirin slapp til hennara á Hotel Tórshavn um vikuskifti.

Dóttirin fekk staðfest ADHD við aspergers og depressivari helling.

- Hetta var als ikki lætt at góðtaka, eg orkaði ikki at vera til og bara gæt. Men í dag dugi eg at síggja, at túrurin niður var besta íløga í lívinum.


Hevði brúk fyri øðrum enn mær

Eftir tríggjar mánaðir niðri, kom Evy heimaftur við dóttrini í juni. Hetta gjørdi hon, sum sagt, ímóti ráðum frá donskum serfrøðingum, sum mettu, at tað einasta rætta var, at dóttirin flutti á góðan danskan stovn.

- Eg fekk at vita, at tað sum dóttrini tørvaði, kundi eg ikki geva henni einsamøll, og tað var ræðuliga hart. Eg royndi at halda fast í, at eg var tann besta fyri hana, men danski læknin bleiv við at siga, at uppgávan at fáa dóttir mína heilskapaða ígjøgnum tannárini, var ein uppgáva, sum eg sum mamma ikki fór at makta, og at eg ikki skuldi krevja tað av mær sjálvari.

- Eg visti hann hevði rætt, men tað var tungt at viðganga. Men eg vildi ikki góðtaka, at hon ikki  kundi fáa hjálp í Føroyum. Tað kundi ikki passa, at eingi tilboð vóru fyri børn við ADHD. Men eisini á hesum økinum hevði læknin tíverri rætt.


Familjuhúsið á Argjum

Eingin føroyskur stovnur var til børn sum Jónhild, og Evy rendi seg alla tíðina í, at bara hennara barn hevði hesar trupulleikar, og eingin annar var sum hon. Men tó so, glottar vóru.

- Á einum av hesum fundunum hevði Brekdeildin bjóðað Oddbjørg Balle, leiðara á Familjuhúsinum í Sandagerði við. Familjuhúsið var ein nýggjur stovnur, sum varð settur á stovn til børn undir skúlaaldur við serligum tørvi.

- Oddbjørg Balle segði, at hon kundi hjálpa okkum við sosialu og kensluligu venjingini, men av tí at eingin lærari var knýttur til stovnin, kundi Jónhild ikki fáa hjálp við skúlagongdini.

Hetta var vónin, sum Evy krøkti seg í

- Skúlin var ikki ætlaður fyri børn sum Jónhild, men hetta var kortini okkara einasta vón, sigur Evy.


Grundarlag fyri serskúla

Síðani august hevur dóttirin gingið í Familjuhúsinum, og eftir avtalu við Argja skúla fær hon nú eisini undirvísing. Jónhild býr heima í Miðvági og fer til Havnar hvønn morgun klokkan átta og kemur heim aftur við bussinum millum klokkan tvey og fýra hvønn dag.

Og Evy er ómetaliga glað fyri ta framgongd, hon sær hjá dóttrini.

- Hon er ikki frísk, men hon fær hjálp og hevur verið í einum tryggum umhvørvi, har góð fólk hava verið um hana

Sum navnið sigur, er talan um eitt familjuhús, tí foreldur og systkin hava eisini tørv á hjálp, tí tað er ikki bara barnið sjálvt, sum er rakt í einari slíkari støðu.

- Um hetta kann vera eitt grundarlag at byggja ein føroyskan stovn fyri børn við ADHD á, so eru vit í øllum førum komin tað longur. Eg vil so fegin, at dóttir mín kan blíva búgvandi í Føroyum, sigur Evy.

Tó kennist tilboðið eitt sindur ótrygt. Stovnurin er ikki ætlaður skúlabørnum, og Jónhild hevur bara fyribils loyvi at ganga har í tveir-tríggjar mánaðar í senn.


Stór børn tørva eisini hjálp

Evy greiðir frá, at børn í barnagarðsaldri í roynd og veru fáa góðan stuðul, og hjá teim flestu hava foreldrini tamarhald á støðuni. Men tá børnini verða eldri, verða trupulleikarnir eisini størri, og børnini og foreldur teirra hava tørv á størri hjálp, sigur Evy.

Evy hevur søkt um umlætting eitt vikuskifti um mánaðan, so at hon kann hava eitt sindur meira tíð til hinar døturnar, men hetta hevur enn ikki eydnast.

- Eg eri ótrúliga glað fyri, at tað nú gongur tann rættan vegin. Men vit stríðast framvegis, og Jónhild fyllir ótrúliga nógv heima hjá okkum. Í dag dugi eg at síggja, at vit sum familja mugu fáa hjálp, so at eg eisini kann vera mamma hjá hinum døtrunum.

Vónin hjá Evy er, at føroysku politikararnir síggja álvaran í hesum málið og broyta umstøðurnar so børn, sum ikki megna vanliga fólkaskúlan, kortini kunnu trívast og mennast í Føroyum.

- Eg ynski so inniliga, at vit sleppa undan at senda børn okkara av landinum, sigur hon at enda.